Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í sambandi við, at tað í november eru 25 ár síðani Verkhúsið Virkni í Tórshavn varð sett á stovn, hátíðarhelt Almannaverkið dagin nú seinnapartin. Fleiri góðar røður vórðu hildnar hesa hugnaligu løtuna, m.o. helt borgarstjórin røðu. Hon segði m.a.:

- Verkhúsið Virkni er og verður í mínum hugaheimi altíð ein partur av jólahugnanum. Hetta verði eg mint á á hvørjum ári, tí heima hjá mær síggjast hópin av lutum frá Virkni hesa tíðina uppundir jól.

- Hesir serligu lutirnir úr nátúrligum tilfari eiga eitt serligt pláss í hugnanum hesa myrku tíðina, og jólasølan hjá Virkni er - eins og tá vit tendra jólatræið á Vaglinum - vorðin ein boðberi um, at nú eru jólini í hondum.

- Framleiðslan í húsinum ber samstundis boð um, at tað hevur hepnast at stimbra og menna førleikar hjá brúkarunum, og at við røttum stuðli og hjálp í gerandisdegnum ber til at røkka langt.

- Tí hetta, at allir borgarar fáa møguleika at menna sína persónsmensku, sínar bæði andaligu og likamligu førleikar, hevur helst størri týdning enn nakað annað.

- Við røttum stuðli mennast menniskju, tey gerast frælsari, fáa ein virðiligari gerandisdag, menna síni sosialu sambond og gerast sjálvbjargin.

- Kom at hugsa um, at Almannaverkið áður hevur skipað fyri ráðstevnum undir heitinum "Vit vilja gera mun". Tit gera sanniliga mun, tit skapa trivna og gleði. Og stóra tøkk skulu tit hava fyri tykkara arbeiði.

- Nú eru longu 25 ár síðan, at Virkni lat upp. Og sum eg skilji tað trívast tit væl her við Berjabrekku. Og vit eru eisini fegin um at hava tykkum her, tí tit skapa eitt kærkomið fjølbroytni í hesum stóra og skjótt vaksandi bústaðarøki.

- Vit liva í eini tíð, har jagstranin eftir tí lýtaleysa, tí fullfíggjaða, gerst meira eyðsýnd. Tað er ein mannarættur at fáa børn og eitt krav, at tey skulu vera menningarfør. Men vit hava øll somul ábyrgd av, at smámunir okkara millum ikki skilja okkum at.

- Tíbetur hava vit lógir og reglur sum tryggja, at vit øll á jøvnum føti kunnu njóta mannarættindi og grundleggjandi frælsisrættindi, eins og vit hava reglur um virðing og tign.

- Og tíbetur eru vit samd um, at eitt samfelag altíð kann mátast eftir sínum evnum at taka sær av sínum veikastu.

- Vit hava nógv meira, sum sameinir okkum, enn sum skilir okkkum at. Og vit skulu minnast at siga tær góðu søgurnar. Ein norskur prestur sigur eina søgu um eina smágentu við Downs Syndromi, sum kom at heilsa uppá hann:

- Hey, sigur gentan, - eg eiti Elin. Eg havi fingið eina eyka gávu!

- Nááá, sigur prestur, - hvat er tað fyri ein gáva?

- Eg havi fingið eitt eyka kromosom, svaraði gentan og hugdi granskandi uppá prestin og spurdi:

- Hevur fingið nakra eyka gávu??

- Eg ivist ikki eitt sekund í, at øll tit, ið vara av, eisini halda, at tykkum er ognast ein stór gáva. Jólagávurnar frá Virkni eru ein ímynd av tí ótrúligu gleði tað er, at síggja børn og vaksin mennast og hepnast í einum virknum og glaðum umhvørvi.

- Tit eru ein ímynd av sjálvari jólagleðini.

- Tí fari eg kommunurnar vega at takka tykkum øllum somlum fyri tykkara stóra arbeiði fyri okkara bý og land, og samstundis einaferð enn at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við føðingardegnum.

Og áðrenn eg gevist fari eg at ynskja tykkum øllum somlum eini gleðilig jól, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo