Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Gulakur Zachariasen

Mynd: Gulakur Zachariasen

Mynd: Gulakur Zachariasen

Vestmanna sangkór: Sunnukvøldið 11. desembur kl. 19.00 hevur Vestmanna sangkór konsert í Vestmanna kirkju. Skráin er á tremur við góðum jólasálmum og –sangum og við á konsertini verður eisini barnakórið í bygdini.

Kórið hevur vant jólaskrá síðan venjingin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina og nú er klárt at syngja kend og minni kend jólaløg – føroysk, norsk og ensk. Men tað verða ikki burturav jólalig løg at hoyra. Á konsertini 11. desembur er unga talentið Vár Isaksen solistur í nøkrum av sangunum, eitt nú The Skye Boat Song, ið er kendur úr Netflix røðini Outlander.  

Rannvá Matras-Olsen er kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri.

Vestmanna sangkór hevur fleiri enn 40 ár á baki og nakrir av teimum fyrstu kórlimunum syngja enn við, hóast tað støðugt legst afturat við nýggjum kreftum. Við hesi blanding av royndum og nýkomnum sangarum er kórið væl samansett at venja til framførslur av kendum siðbundnum, eins væl og nýggjum avbjóðandi verkum. Í vár hevði kórið til dømis tríggjar konsertir saman við strúkarum og urguleikara, har dentur varð lagdur á vónina og tað várliga.

Kórið hevur onkrar spennandi ætlanir til komandi árið, sum millum annað fevna um eina konsertferð uttanlands. Á konsertini sunnudagin verður møguleiki at stuðla kórinum við peningagávu.

Til jólakonsertina hendan 3. sunnudagin í advent eru tað vetrargleðin og jólahugnin, ið eru frammaliga í hugmyndini. 

Øll eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga og jólaliga løtu í Vestmanna kirkju saman við Vestmanna sangkóri við solisti og barnakórinum hin 11. desembur kl. 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo