Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Í nógv ár hevur ikki alt ruggað rætt í Vestmanna skúla, tí sambært Undirvísingarstýrinum so hava síðani 1996 tilsamans 12 ymiskir skúlastjórar leitt Vestmanna skúla, sum Undirvísingarstýrið málber seg í svari til kæruna hjá nøkrum lærarum viðvíkjandi skúlastjóranum á skúlanum.

Undirvísingarstýrið nevnir eisini, hvørjar lærarar talan er um, sum "hava leitt Vestmanna skúla", ella skúlastjórar:

- Hesir 12 skúlastjórarnir eru í stavaraði hesir: Alis Højsted, Fríðgerð Ovadóttir, Jaspur Olsen, Jóannes Fonsdal, Marin S. Bláberg, Nomi Jacobsen, Ólavur Thomsen, Ólavur Winther, Pauli Joensen, Rigmor Rasmussen, Signar á Brúnni og Símin Simonsen.

Men umframt, sum Undirvísingarstýrið eisini nevnir, ringa arbeiðslagið millum varaskúlastjóra og skúlastjóran, so er tað eisini annað, sum hevur elvt til stríð.

Millum annað skrivar Undirvísingarstýrið í sínum svari frá 1. august 2022:

- Tað tykjast at vera tvinnar hendingar av mongum, sum serliga fella starvsfólkunum fyri bróstið.

- Fyrra er ætlanarskriv til varaskúlastjóran um ávaring, 07/4-2022.

- 21/4-2022 verður lærarafundur, har evnið var um støðuna í skúlanum. Burturúr hesum fundi skrivar álitisfólkið eina frágreiðing, sum verður latin stjóra, FL, UMMR og UVS.

- Skúlastjórin kallar so øll starvsfólkini til fundar 23/5- 2022, har hon svarar uppá skrivið og greiðir frá síni støðu, fer í dialog við tey út frá spurningum og viðmerkingum teirra. UVS er nøgt við, at stjórin soleiðis ger sínar viðmerkingar til skrivið og letur upp fyri dialogi, fyrispurningum og viðmerkingum.

- Tó er tað merkisvert, at varaskúlastjórin uttan fráboðan møtir ikki á hesum fundi, hóast øll høvdu fingið at vita, at tað var møtiskylda.

- Seinna hendingin er fráboðanin til tveir eftirløntar lærarar, at tað ikki eru tímar til teirra komandi skúlaár, 8/6-2022.

- Hetta málið, sum stingur seg upp, er ynski frá tveimum tænastumannasettum lærarum, sum hava søkt um at fara frá, áðrenn vanliga 67-fráfaringaraldurin við eftirløn sum lærarar, at fáa nakrar tímar komandi skúlaár. Talan er um Kirsten Simonsen, fer frá við eftirløn 65 ára gomul 31.07.2022, og Gulak Zachariasen, fór frá við eftirløn 64 ára gamal 31.07.2021.

- Skúlastjórin sigur teimum, at tað orsakað av lækkaðari tímajáttan komandi skúlaár (knapt 4.500 árstímar færri í mun til verandi skúlaár) ikki er pláss fyri, at tey fáa fastar tímar við skúlan komandi skúlaár.

- Við til søguna hoyrir eisini, at Gulakur Zachariasen hevur verið KT-vegleiðari skúlans í mong ár.

- Stjórin metir týdningarmikið, at hendan alt meira og meira vitala fakliga tænasta í skúlanum, sum stjórin ætlar at raðfesta nógv hægri komandi tíðina, verður umsitin av starvsfólki í fullari tíð í skúlanum.

- Hon hevur fingið lyfti um neyðuga útbúgving, ráðgeving og stuðul frá Námi at seta nýtt fólk inn í hetta arbeiðið.

- Hetta fær eisini óró í partar av lærarahópinum, at hesir báðir lærarar, sum eru farnir frá við eftirløn, kortini ikki fingu møguleika at halda fram, og halda tey tað vera sera átaluverdan starvsfólkapolitikk, skrivar Undirvísingarstýrið millum annað.

Sí alt skrivið her

Les eisini:

Skúlastjórin: - Nærum sett Vestmanna skúla í undantaksstøðu

Undirvísingarstýrið: Skúlastjórin rendi seg í eina rættiliga óvanliga avbjóðing

Óvissa valdar framvegis í Vestmanna Skúla

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo