Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mesti vindurin í dag verður seint seinnapartin, upp í kolandi storm av útsynningi, men í kvøld makar hann vindin og tað verður kaldari, niður í fýra stig og avfall, møguliga sum vátaslettingur.

Í morgin hvassur vindur ella skrið av vestri, ælaveður fyrrapart men sólglottar seinnapart og minni vindur, upp í ein strúk, og hitin alt samdøgrið um 5 stig.

Týsdagin fyrst frískur vindur av útsynningi, seinni vestan og meira vindur, turt fyri tað mesta og hitin um 6 stig.

Mikudagin fyrst upp í skrið ella storm av vestri, um middagsleitið tó nógv minni vindur og tá fer at regna, hitin millum 5 og 8 stig.

Hósdagin verður høgætt og kaldari, tíðliga á degnum upp í strúk í vindi av útnyrðingi, seinni bert gul og hitin kemur niður ímóti frostmarkinum. Av og á okkurt æli, kanska sum vátaslettingur ella kavi, men eisini sólglottar.

Fríggjadagin verður regn ein stóran part av degnum, serliga seinnapartin verður nógv regn, ættin verður sunnan og útsynningur og sum frálíður upp í hvassan vind ella skrið. Hitin upp í 8 stig.

Næsta vikuskiftið verður eisini sera nógvur vindur, serliga leygardagin, tá kann hann sambært langtíðarforsøgnini koma upp í kolandi storm av vestri, hitin ímillum 3 og 8 stig og ælaveður, møguliga sum vátaslettingur alt vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo