Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tykist sum vit lættari góðtaka korruptu støðurnar í samfelagnum, enn ljóðið av orðunum. Korrupt. Korruptión.

Tey kennast ov bersøgin, orðini. Kanska ov sonn til at vit vilja sodna tey. Men veruleikin er at hvørt barn í Føroyum verið borið í heim í eini skipan, sum byggir á statsstjórnaða polittiska korruptión úr Danmark.

Eins sjúk og undirgravandi hon er fyri fólkaræðið í Føroyum, eins opinlýs er hon fyri allar føroyingar. Næstan sum hon bara er ein natúrligur partur av okkara samfelag. Ja, í veruleikanum hevur statsstýrda polittiska korruptiónin í Føroyum, nærum fingið status av vælgerðararbeiði. Rennur næstan eins væl niðurum, sum ein pissøl hjá einum alkoholikara, ella sum fløtabollin hjá tí adipøsa.

Eisini hóast vit eins og alkoholikarin vita at rúsurin fær ein enda. Og at hann neyvan er góður.

Við penum slagorðum, vøkrum drøgum og føgrum lyftum, minnir heildarveitingin mestsum um høggmyndirnar í Norðurkorea. So sára gott alt. Alt millum vinir. Frið, sátt og semju. Ongin tosar um fólkaræðisligt undirskot. Ella gjald fyri vald. Ella bumbumál í føroyskum fjøllum.

Ella setir spurningin, hvønn sambandsblokk høvdu vit havt í Føroyum, um tað ikki bar til hjá sambandsblokkinum at dúva uppá statsfíggjaðu polittisku korruptiónina?

Tey flestu av okkum kenna til at stríðast við at fáa pengarnar at røkka. Nógvir ungir menn kenna eisini til hvussu forbiði strævið tað var at kappast við teir ungu fýrarnar, sum bara fingu ein nýggjan bil frá babba, fyri betri at kunna imponera ungu genturnar.

Vit sum koyrdu í einum útslitnum Austin Allegro, ella ongan bil høvdu, máttu vóna at náttúrliga sjarman bar á mál.

Men sambandsblokkurin kann altíð gera sum teir forkelaðu ungu fýrarnir. Teir kunnu fara til sín danska “babba” og vupti so koyrir showið. Morgunball alla vikuna. Fyri pengarnar hjá hinum, og fyri frælsið hjá tær.

Ei undur í at polittiska korruptiónin vindur uppá seg. Dagliga fáa fólk váttan fyri at skeiva og ábyrgdarleysa leiðin, er tann rætta leiðin. Júst sum ungdómsbandarnir í Mexiko. Bara eitt sindur penari ílatið.

Ímyndið tykkum eitt komandi ættarlið av føroyskum ungdómi, sum eins og í Norðurkorea, fær høvdið stappað við ráðum um at tað er skeivt at taka ábyrgd av egnum lívi og egnari framtíð.

Og sjálvsagt vindur slíkur hugburður uppá seg. Stórir partar av fiskivinnuni hava langt síðani funnið útav at tað er lættari politiskt at fiska sær rættindi, enn at kappast um besta og mesta fiskin. Ongantíð betur, enn at tú hevur onkran ríkan útlendskan sugardaddy, sum eigur mappuna og ávirkanina við.

Alivinnann er farin heldur meira raffinera til verka. Har verður man doyptur og góðtikin heilsufrøðiliga gjøgnum rakstrarkunngerðina, sum snøgt kemur fram til at tað júst er rúm fyri trimum alifyritøkum á firðunum í Føroyum. Ikki fleir. Heldur ikki um vit flyta aliøkini út á grunnin. Heldur ongin kapping um rættindini her. Og frægast um útlendski ognarskapurin er stórur.

Og sum um tað ikki var ríkiligt, so fingu vit við miðlastuðlinum aftur ein bólk av korruptiónsbiðlum. Av júst teimum, sum skulu eitast at verja fólkaræðið móti valdinum.

Upplivdi sjálvur tá lógin um journalistiska balsameringina var í stoypiskeiðini, at ein blaðstjóri hótti meg við onkrum persónligum “skitti” , um eg ikki atkvøddi fyri. Eg skuldi havt melda viðkomandi til løgregluna tá, men ypti øksl, sum skeivt var.

Heldur ikki KVF heldur seg burtur frá svansinum. Fyri at tekkjast polittiska valdinum, ella av ræðslu fyri tí sama, setur man í starv fólk, møguliga uttan at størvini eru lýst leys, sum opinlýst eru tengd at eini polittiskari javnvág, heldur enn at hava journalistiska integritetin sum stavnhald.

Og soleiðis kundi eg uttan iva hildið fram. Polittiska korruptiónin er blivin eins natúrlig og regnið í Føroyum. Í stóran mun takkað verið statsstýrdu donsku korruptiónini í Føroyum, sum slóðar fyri sum tørvelvandi drøgg.

Vandin er stórur fyri at vit um nøkur ár einans eiga eitt politiskt vald, sum er sett at tæna valdshavarunum, heldur enn at stjórna fyri fólkið.

Er tað tann framtíðin vit leggja so nógv fyri, at útbúgva okkara ungdóm til?

Frágreiðingin um áttatiárini, og ov tætta samanspælið millum polittisku skipanina og vinnuna er herskin, men neyðugur biti at svølgja.

Fyri mær eru nógv samanfall, millum dagsins atgongd til landsins leiðslu, og tey rættindi sum goymast har, og tann korrupta polittiska sjónleik sum koyrdi landið á húsagang.

Skottini millum frælsa politikkin, og stóru klientarnar eru burturtikin, og so sannlíkt, sum at tað aftur verður køld norðanætt í Føroyum, verða tað aftur Palleba og Marsanna sum standa eftir við rokningini, og upptakinum, tá dansurin fær ein enda.

Kanska danir taka sín part. Er líkasum innkalkulera í valdsskipanina hjá teimum. Afturfyri fáa teir eina hernaðarhavn, ella ein radara. Og yvirvaldið. Í friðarnavni, skilst.

Og ikki minst, undirhaldið av at halda marionett-dukkurnar hjá teimum í Føroyum, dansandi so smílandi og glaðar, til onkra hissini veitslu av og á.

Ábyrgd og avleiðingar finnast ikki í einum landi, sum í síni stjórnarskipan ber polittisku korruptiónina til hvønn borgara í vøggugávu.

Søgan um Eik Banka er enn eitt dømi um tað. Stjórarnir fríkendir, men borgararnir í landinum mistu 7 milliardir krónur, og ongin ábyrgdaður fyri støðuna.

Vónin er at tilstundandi ættarliðið ikki letur seg tøla av polittisku korruptiónini, men velur frælsi og upplýst fólkaræði sum stongboyu í norðurhøvum.

Sisilia er hóast alt ikki ein oyggj í Føroyum enn, men vit eru væl á veg higar.

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo