Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

mynd Holgar Jacobsen

mynd Holgar Jacobsen

Bilverkstaðið Carro í Sandavági er í nátt fullkomuliga oyðilagt av eldi. Ongin fólkaskaði hendi.

Fráboðanin kom umleið klokkan tvey í nátt, og sløkkilið frá Vágum og Kvívík tóku lut í arbeiðnum at sløkkja.

Hitin var so nógvur, at fólk vórðu flutt úr grannahúsunum.

Klokkan var áleið fýra tá eldurin var sløktur, men enn í morgun er heitt á staðnum, segði vakthavandi á politistøðini í Havn við útvarpið í morgun.

Enn er ógreitt hví eldurin kyknaði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo