Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Ein útróðramaður sum fiskaði útfyri kajina í Vestmanna herfyri fekk ein tosk við eini øldós í maganum.

John Martin Andreassen sigur við VP, at tá hann kruvdi fiskin var greitt, at har var okkurt í maganum, sum man ikki vanliga finnur har: Ein øldós.

- Eg fekk fiskin heilt inni við kajina, har Katrin Jóhanna lá og landaði, sigur hann.

John Martin sigur, at hann undraðist stórliga, tí talan var ikki um ein so stóran tosk. Men hann hevði so svølgt dósina.

Annars siga teir frá nógvum fiski, men onkur hevur eisini sæð, at nú er nógv alifóður í fiskinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo