

Video av eini illari kvinnu umborð á einum American Airline-flogfari flýgur nú runt á netinum. Higartil hava sjey milliónir sæð upptøkuna.
Tað var eitt av ferðafólkunum sum filmaði hendingina, og sum skrivar á Youtube, at maðurin hjá kvinnuni hevði hugt ov nógv eftir eini aðrari kvinnu, og tað fall ikki í góða jørð, sum upptøkan eisini vísur.
Bæði vórðu síðani biðin um at fara úr flogfarinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo