Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri enn 200 bilar og lastbilar vóru í morgun við í einum ógvusligum harmonikusamanstoyti á eini brúgv í kinesiska býnum Zhengzhou.

Óhappið stóðst av sera nógvum mjørka, skrivar tv2.dk.

Ein persónur hevur latið lív av hendingini, og sera nógv eru komin til skaða, upplýsir kinesiski statsmiðilin CCTV sambært tíðindastovuni Reuters.

Reuters skrivar, at sýnið í økinum var í løtum heilt niður í 200 metrar, og politiið í býnum hevði undan óhappinum sent út eini boð, sum forbjóðaði øllum í at fara um brúnna.

Sløkkiliðið sendi 11 sløkkiliðsbilar og 66 bjargingarfólk á staðið fyri millum annað at hjálpa teimum særdu úr bilunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo