Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Fleiri av leyvunum eru longu deyðar.

Tær verða hildnar í einum djóragarði í Khartoum, høvuðsstaðnum í Sudan. Støðan er ikki bara góð í landinum, matur og heilivágur manglar eftir ófrið og kríggj í nógv ár.

Tað var ein ungur maður sum sá leyvurnar í einum búri í djóragarðinum, eitt sindur burturfrá øllum øðrum. Hann tók myndir og film og legði á netið, og síðani eru myndirnar farnar um allan heimin.

Ein djóralækni, sum er komin til Khartoum úr Wien sigur, at hann hevur sæð nógv í síni tíð sum djóralækni, men ongantíð nakað sum hetta.

Talan er um afrikanskar leyvur. Mett verður at í dag eru bert umleið 20.000 eftir av teimum. Síðani 1999 er stovnurin minkaður við yvir 40%. Ongin veit, hvussu nógvar leyvur eru innilæstar í Sudan.

Leggjast skal afturat, at ST metir at 10 milliónir fólk í Sudan, tað er 23% av fólkinum, fáa brúk fyri neyðhjálp í ár. Og minst 2,7 milliónir av børnum fáa ikki nóg nógv at eta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo