Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á myndini síggjast Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon

Á myndini síggjast Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon

Á myndini síggjast Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon

Umstøðurnar í viðførismóttøkuni á flogvøllinum í Vágum hava so at siga síðani byrjan verið ov trongar og hava tí av røttum verið fyri atfinningum, ikki minst seinastu tíðina, men nú verður farið undir at víðka um hølini.

“Hóast tað er lutfalsliga stutt síðani at farstøðin á flogvøllinum varð tikin í nýtslu, so hevur hon í roynd og veru verið ov lítil frá fyrsta degi", sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn, í viðmerking og heldur fram: “veruleikin er, at hon er teknað til eina aðra tíð, tá flogførini vóru helvtina minni enn tey nýtt verða í dag, og tað gevur sum vera man avbjóðingar”.

Í gjár skrivaðu Articon og Vága Floghavn undir sáttmála um at byggja viðførismóttøkuna í floghavnini út.  Talan er um bæði lendisarbeiði og byggiarbeiði.  Fyrireikingarnar eru komnar nakað áleiðis og farið verður undir arbeiðið í næstum.

“Útbyggingin fer at hava við sær, at viðførismóttøkuhøllin, sum í dag er um 250 m², verður víðkað til 620 m², samstundis sum sjálvt bandið, har tey ferðandi fáa sítt viðføri, fer úr um sløkum 40 m upp í umleið tvífalda longd”, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri hjá Vága Floghavn.

“Hetta er veruliga ein tiltrongd útbygging og síggja vit fram til at veita viðskiftafólkum okkara eina munandi betraða tænastu, tá arbeiðið eftir ætlan verður liðugt til háárstíðina komandi summar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo