At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Visit Faroe Islands: Í vikuskiftinum 21. til 22. apríl vera sjálvboðin aftur at síggja kring landið í samband við ‘Closed for Maintenance,

Open for Voluntourism’ átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Átakið var fyrstu ferð í 2019, hetta er sostatt fimtu ferð verkætlanir verða kring landið.

Áhugin hjá føroyingum at vera við hevur verið stórur, og aftur í ár bjóða vit 40 sjálvbodnum føroyingum at verða partur av átakinum.

##med2##

Arbeiði fer í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, laða varðar, at seta vegvísarar upp v.m., so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum. Summar verkætlanir eru framhald av arbeiðinum ið varð framt í fjørð. Tær 10 verkætlanirnar sum vera við í ár, verða nærri lýstar her.

Ongi krøv eru sett um serligar førleikar. Einasta treyt er, at tey sjálvbodnu tíma at arbeiða hart í tveir dagar. Tey sjálvbodnu sum eru við í verkætlanini fáa bjóðað gisting og mat afturfyri tveir arbeiðsdagar ið enda við eini veitslu.

Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Freistin at tekna seg er týsdagin 7. mars á midnátt, ella tá ið einki pláss er eftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo