Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sjúrður toldi ikki at Fiskimannafelagið hevði eina meining. Sjúrður hevur langt síðan selt seg í Ukraina stríðnum. Ikki fyri Føroya besta, men fyri sítt egna besta.

Formanspost í Arctiska ráðnum, har hann skal samráðast við Russland! Umframt eru gávukekkarnir frá danska statinum brúktir til valagn í Føroyum. Helst hevur hann gloymt, at hann er valdur at umboða Føroya fólk og ikki situr til egið gagn.

Fiskmannafelagið er eftirhondini fult av Javnaðarfólki og tí hevur Jan tað avgjørt ikki lætt. Heilsan er heldur ikki tað hon hevur verið. Eitt lætt offur hjá Sjúrða.

Hví sæst svarið uppá spurningarnar hjá Sjúrða ikki í hansara kilometurlongu frágreiðing?
Frágreiðingin var ein fusari beinanveg, tí har manglaði so nógv. Ja, so nógv at ivaleyst var ætlanin ongantíð annað enn villleiðing av føroyingum, goldin av danska statskassanum. Faktis a-la tá Trondesen bleiv betaltur fyri at fortelja okkum í Føroyum at uppboðssøla av fiskirættindum var tað rætta.

Av tí at frágreiðingin hjá Sjúrða er so mangulfull, so ber til at misbrúka støðuna og leypa á Jan Højgaard persónliga. Og soleiðis sum FF sær út, veit Sjúrður ivaleyst alt um hvat hendir í FF.

Til spurningin um russisk skip í stórum tali er at siga, at hesi nógvu skip, við stórari manning, framleiða umborð. Tey eru tí ikki sambærilig við okkara sum veiða í tangum. Okkara skip fiskaðu fyri meira enn 30 árum síðan 40.000 tons. Einaferð taldi eg saman og vísti á at vit kundu fiska á leið alla uppsjóvarfiskin við 6-7 skipum, tó at tað helst er neyðugt við 10 av praktiskum ávum.

Tað Russar fiska kann tí fiskast við 3 føroyskum skipum, um tað er tað vit vilja. Russar fáa lága løn og tí ber til hjá teimum at framleiða umborð til matna.

Høvdavirki tosaði um at stongja um teir ikki fáa varma frá IRF fyri lítlan penga og tí noyðat at keypa el frá SEV. Næraberg kláraði seg illa tí har fór so nógv til hýrur og prísurin á frystum er so lágur.

Alt hetta hevði Sjúrður vita, um hann gjørdi eina ordiliga frágreiðing heldur enn eina frágreiðing, har endamálið var at villleiða føroya fólk, sum hann annars er valdur at umboða.

Vit vita á leið hvat skipini fiska. Vit hava kanning av hjáveiðu sum Havstovan gjørdi, við troli uttan rist. Vit hava síðan álagt skipum at brúka rist. Havstovan avnoktar at toskur v.m. fæst uppi í sjónum. Hvat meir vil Sjúrður vita? Føroyar hava kravt russisk skip til kaj, við tí grundgeving at vit skulu kanna veiðuna við kaj.

Alt hetta átti eisini at staðið í frágreiðingini.

Svarið uppá annan spurningin er, at Jan Højgaard røkir sína skyldu.

Tó er ivasamt um Sjúrður Skaale er greiður yvir at hann er valdur at umboða Føroyar á Danatingi.

Uppskotið hjá Sjúrða
At samanbera tal av skipum, í Barentshavinum og undir Føroyum, tá veiðan er ymisk fiskasløg gevur onga meining.

Russar hava lítlan motor, lítil trol og fáa tí lítið pr. tíma. Mortan Jóhannesen hevur onkuntíð fortalt at russar bara flentu tá Mortan fortaldi hvussu nógv teir fingu.

Russar hava fiskað svartkjaft nógv longri enn vit. Meginparturin av okkara søguligu rættindum eru orsaka av tí Russar hava fiskað. Teir hava altíð brúkt stór skip. Russar hava onki ímóti at teir ikki skulu til kaj í Føroyum, tí tað er fyri teir ein stór eyka útreiðsla.

Russisk skip kunnu framleiða umborð, tí teirra løn er lág. Okkara skip verða í løtuni manna við útlendingum, tí føroyingar tíma ikki umborð.

Vónandi verður næsta frágreiðingin meira fullfíggjað.

Tað er soleiðis at tá ein ikki eigur argument so má loypast á har garðurin er lægstur.

Í staðin fyri at spyrja Jan Højgaard, so átti Sjúrður, vengna Føroya fólk at spurt Statsministaran:

Í løtuni er kríggj í Ukraina. Har hevur Sjúrður selt seg og viðmælt at vit geva pengar til vápn. Sum okkara umboð á Danatingi átti Sjúrður at spurt um teir 300.000 deyðu Ukrainsku hermennirnar. Tær 3 milliardirnar sum CIA stjórin var og fortaldi Zelinsky at Zelinsky og hansara menn hava stolið av kassanum. Tað milliardina sum var yvirprísa í mati til herin. Lekan sum vísti, at tað vit fáa at vita er lodrøtt lygn. At nevndu skjøl, sum likin eru, vísa at Ukraina tapir og at teir als ongan kjans hava.

Eisini kundi Sjúrður greitt okkum frá, at vit og onnur selja vápn til Ukraina. Vit geva onki. Alt er selt. Ukraina hevur higartil keypt vápn og lánt pengar svarandi til á leið 75% av BTÙ, sum var, sum so aftur merkir, at okkara fara at yvirtaka alt í Ukraina, fyri skuld, tá tað einaferð verður friður.

Og ikki minst hví ongin tosar um frið, tí tað er ein øgilga greið orsøk til tað. Nevniliga at ongin vil ábyrgdast fyri øll tey deyðu í Ukraina. Tá vit øll, also fólkið vestanfyri, skilja, at tað ongantíð var nakar ivi um hvør fór at vinna, so gongur tað ikki at skylda uppá russarar hinumegin múrin.

Meginparturin av teimum sum bestemma í Ukraina eru antisemittar og tað hevði Statsministarin eisini kunna vátta. Tað kundi Sjúrður so brúkt til at spurt Jenis hví hann stuðlar antisemittum.

Petroschenko hevur longu í ein mánaða givið Zelinsky skyldina fyri at kríggi byrjaði. Zelinsky framleiðir nýggjar fíggindar hvønn dag og er ikki í nær námind at hava meiriluta aftanfyri seg og verður antin fyribeindur ella sendur í útlegd.

Gjørdi Sjúrður sína skyldu, sum er at umboða Føroya fólk, so vóru vit munandi betri ílatin til at umrøða støðuna.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo