Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stjórin er siteraður fyri at siga,at allur skattafrádráttur hjá sjófólki og m.a handverkarum,sum starvast uttanlanda,eiga at vera tikin av eins og allar serskipanir eisini skula strikast.Haldi at formaðurin í Fiskimannafelagnum, hevði eitt sera gott poeng viðv fas skipanini og avtøku av hesi.Neyvan var tað tað stjórin hevur hugsa sær,tí her peikar pílurin á hansara egnu limir.

Lønarskatturin eigur at lækkast!
Ein kann so spyrja,hvør stjórin ímindar sær,skal rinda fyri vælferðina?Tí givið er,at um skatturin verður settur niður mugu onnur gjøld setast í staðin,um vælferðin skal haldast á sama støði.

Vinnuhúsið hevur fyrr nevnt, at vit skula hava lægri skatt og heldur tænastugjøld ístaðin.

Tað verður um vit vilja tað ella ikki  = Amerikanskar tilstandir,har einki kann gerast fyrrenn visakortið hevur verði sær ein túr í gjøgnum terminalin. Er hettar verðuliga ynski hjá stjóranum?

Ein hugsandi støða kann skjótt blíva,at eingin sleppur til lækna ella á sjúkrahús uttan fyrst,at gjalda! Hugsandi er kanska eisini,at tað vera fleiri fólk,sum als ikki hava ráð til lækna/sjúkrahúsvitjan og harvið verður heilsan sett í vanda.Hugsi tykkum myndina,har foreldur at smáðum børnum vegna pengamangul verða avvíst av lækna og ella sjúkrahúsið! Er hettar verðuliga tað stjórin ynskir sær?

Annars er at siga, at upptjent løn innan oljuvinnuna í Noreg (har flestu handverkarar starvast) skal so vítt eg veit,sambært norskari lóg,rindast í Noreg,so har er neyvan nakað at koma eftir.

So mín áheitan á stjóran í Vinnuhúsinum skal enn sum fyrr verða:

Heldur enn  at grenja um frádráttir o.a átti Vinnuhúsið at tikið í egnan barm, og gjørt tað meiri attraktivt fyri handverkarar, sjófólk og onnur at arbeiða í Føroyum, har lønarlag, arbeiðstíð, frítíð o.a ganga uppí eina hægri eind.

Ein góð byrjan kundi hóskandi verði innan gistingarhúsøkið,har økið meir ella minni er eitt stórt sjálvtøku borð.  

Havnar Handverkarafelag
Eli Brimsvík, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo