Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Avgerðin at geva nøkrum fakøkjum (ella umsorganarøkinum) lønarlyft, er ein neyðug avgerð. Lønarlyftið bøtir um at fáa kappingarførar lønir í rekruteringskrígnum, men eitt lønarlyft í sær sjálvum loysir ikki veruligu avbjóðingarnar á økinum.

Fastlæstar samráðingar
Okkum hóvar ikki framferðarháttin hjá almennu arbeiðsgevarunum at fastlæsa ein lønarkarm, og soleiðis avgerða byrjunar- og endalønir fyri fakøkini. Hetta er enn eitt dømi um, at frælsu samráðingarnar ikki eru veruligar samráðingar, men heldur ein diktering, har fyrilit ikki verða tikin fyri avbjóðingum hjá einstøku fakøkjunum. Ætlaði háttur at geva lønarlyft førkar bara dagsins trupulleikar longur inn í framtíðina.

Við fastlæsta karminum eru eingin útlit fyri at fáa lyft avbjóðingarnar við arbeiðsumstøðunum o.a. fyri limir okkara.

Lønirnar og eftirlønirnar hjá okkara limum eru ov lágar, og hevur hetta stórar avleiðingar fyri tann einstaka, tá vit samanbera lívslønirnar fyri fakøkini. Hetta er ein trupulleiki, sum má loysast politiskt, tí ongi útlit eru fyri at lyfta nakað til sáttmálasamráðingarnar. Sum dømi kann nevnast, at lívslønin, roknað eftir 40 ár á arbeiðsmarknaðinum, fyri okkara limir er millum 1-3 mió. aftanfyri fakøkir við somu ella styttri útbúgvingarlongd. Eisini eftir lønarlyftið.

Eisini eru vit eftirbátar í mun til eftirlønir, har vit eru millum 2-5% verri fyri.

Vit skulu gera vart við, at Føroya Pedagogfelag á ongan hátt hevur fingið innlit í ella eru hoyrd, áðrenn vit fingu kunning um hvussu lønarlyftið skuldi setast í verk.

Fyri okkum hevði tað púra greitt sømt seg best, at tikið okkum við, at viðgjørt broytingarnar.

Vit hava tí eina greiða væntan um at sáttmálasamráðingarnar hesuferð fara at loyva okkum at samráðast, heldur enn bara at fáa álagt ein karm og innihaldið í einari nýggjari sáttmálasemju.

Føroya Pedagogfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo