Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Bretski forsætisráðharrin, Neville Chamberlain, ytst til vinstru, á tí so víðagitna "friður-í-okkara-tíð" fundinum í september 1938 við Adolf Hitler í München. Eitt ár seinni var Annar Heimsbardagi veruleiki.

Bretski forsætisráðharrin, Neville Chamberlain, ytst til vinstru, á tí so víðagitna "friður-í-okkara-tíð" fundinum í september 1938 við Adolf Hitler í München. Eitt ár seinni var Annar Heimsbardagi veruleiki.

Bretski forsætisráðharrin, Neville Chamberlain, ytst til vinstru, á tí so víðagitna "friður-í-okkara-tíð" fundinum í september 1938 við Adolf Hitler í München. Eitt ár seinni var Annar Heimsbardagi veruleiki.

Í 1930unum var tað í München at linjurnar vórðu lagdar.

Berlin var ríkishøvuðsstaður, skitin av politikki og dimplomati. Har búðu kosmopolittar og jødar.

München var sanni høvuðsstaðurin hjá nazistunum, og har droymdu teir um Stórgermania og Túsundáraríkið. Eitt Túsundáraríki sum tó bara vardi í 12 ár og endaði við einum fullkomuliga oyðiløgdum og niðurbrendum Europa.

München var staðið, har ásveldini undir Hitler og Mussolini, og fólkaræðini undir Chamberlain og Daladier í 1938 í friðarinnar navni samdust um at beina fyri Tjekkoslovakia. Tað var næstseinasta fetið út í eitt heljardýpi, sum ongin tá dugdi at ímynda sær fór at koma.

Seinasta fetið kom árið eftir, tá Hitler og Stalin í Moskva í loyndum samdust um at býta Europa ímillum sín. Í ein fasistiskan og ein kommunistiskan part. Tá týski førarin 1. september 1939 leyp á Pólland væntaði hann, at frælsu londini fóru at góðtaka tað. Men hann fór skeivur. Og Annar Heimsbardagi var veruleiki.

Hølini har myndin omanfyri er tikin eru varðveitt í dag. Tey eru partur av musikkskúlanum í München. Mozart og Brahms avloystu kríggj og larm. Á trappunum beint uttanfyri hølini segði Hitler Chamberlain farvæl. Hann fylgdi honum ikki út, sum annars hevði verið virðiligt at gjørt. Og tá Chamberlain var farin, fýsti Hitler, at um hasin idioturin vísti seg aftur, so skuldi hann sparkast út.

Støðan í dag líkist henni sum var tá.

Sjálvstøðug lond verða hótt, fólkarætturin hevur onki virði, herar verða mobiliseraðir.

Vesturheimurin roynir at senda Putin tey greiðu boð, at hann er við at nærkast løtuni í Póllandi á sinni. Men fatar Kreml tað?

Á trygdarráðstevnuni sum var síðsta vikuskifti í júst München var ein spurningur á lofti meira enn nakar annar: Er russiski Vozhdurin ella Førarin blivin svakur? Vladimir Putin líktist við sínum bronglaðu orðum og kubbuta kropsmáli alt meira einum karráum psykopati. Hann hevur onga familju, neyvan heldur nakrar veruligar vinir, bara Kreml við sínum blóðdálkaðu teppum og ræðslukendu leysatíðindum, sum til dømis, at trygdarovastin hjá Stalin, Lavrentij Beria, í 1953 varð skotin til deyðis aftanifrá av sínum egnu.

Hvat hendir á háborgini í dag? Hvør er tað sum stendur í hálvaskýmingini og fjalir seg við knívi? Er gift koyrt í kaffi?

Einsemi og vald kann gera ein sinnissjúkan.

Tímalanga, partvíst paranoida talan til russar og alheimin uppundir innrásina, og teatralski, pallsetti fundurin í russiska trygdarráðnum aftaná, vístu fyrrverandi KGB-agentin, Vladimir Putin, sum ein Adolf Hitler á okkara døgum. Bara við tí muninum, at hesin hevur kjarnorkuvápn. Endamálið er at gera vesturheimin moyran. Zaristiska-kommunistiska heimsveldið skal endurreisast. Herarnir hjá Russlandi standa longu í Hvítarusslandi, Georgia, Moldova og Donbas.

Restin av gamla eystanblokkinum bíðar bara.

Eg minnist árini tíðliga í 90unum, tá eg ávaraði ímóti einum komandi kríggi á Balkan. Tað bleiv kveistrað til viks, men eg fekk rætt.

München sigur mær, at taka vit ikki tað lítla kríggið nú, so fáa vit tað stóra kríggið seinni.

 

Skrivað hevur Per Nyholm, sum er fyrrverandi uttanríkis- og krígskorrespondentur hjá Jyllandspostinum.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo