Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sannleikar kristinfólkið trír á, viðurkenna og vilja varðveita. Hjúnabandið er ein Guds skipan fyri ein mann og eina kvinnu. Hetta bandið er skipað av sjálvum Guði og ásanna av soni hansara Jesus Kristus (1mós,26-28 og matte,19,4-6).

Hjúnaband, foreldur og barn hoyra óloysiliga saman. Um kirkjan, samkomur og meinigheitir innføra sermoniir og halgisiðir fyri ”samkynt hjúnaband” kann fatanin óumgongiliga týða eina definatión av hjúnarbandinum,  kyninum, sum óvesentligt og at ein góðtekur og signar planlagda faðirleysheit og móðirleysheit. Hjúnaband uttan ein rætt til barn er ótonkiligt og letur seg illa gjøgnumføra.

Við Jesu fyrimynd eru øll kristin kallað til at møta lesbiskum, homofilum, og øðrum seksuellum minoritetum við respekt og næstakærleika. Tað er væl gjørligt, at møta øllum menniskjum við kristnari vinarligheit, uttan at geva eftir fyri krøvum um, at síggja vekk frá skaparverki Guds og skipan viðvíkjandi hjúnum, foreldrum og børnum.

Barnið hevur ein Gudgivnan rætt til egna móður og faðir. Eingin kirkja ella samkoma hevur Bíbilskt mandat til at innføra eina teologi, har faðir ella móðir ættin verður definerað, sum ótørvandi ella óviðkomandi, tað vil møguliga gerast úrslitið í kirkjum og samkomum,  sum vilja hátta sær sambært kynsleysu teologiini.

Barnið er ein gáva – ikki ein rættigheit ella ein handilsvøra. Barnsins rættur má viga tyngri enn krav teirra vaksnu.

Jóhannes M. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo