Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Her er veðurforsøgnin fyri komandi vikuna.

Í morgin stormur av útnyrðingi, í hvirlunum kolandi stormur, regn allan dagin og tað verður kalt, niður í 4 stig.

Týsdagin makar hann vindin og sum frálíður lot til frískan vind av norði, sólglottar og tað verður lýggjari, upp í 10 stig.

Mikudagin verður mestsum stilli. Ein ond av útnyrðingi ið sum frálíður fer niður í vestan. Tað verður turt og sólin sær, hitin um 10 stig.

Hósdagin verður eisini gott veður, bert eitt gul men nú av suðri, tað verður samdrigið og kanska okkurt lítið ælstroyggj fyrrapartin, sami hiti, um 10 stig.

Fríggjadagin trilkar hann aftur vindin og sum frálíður uppí strúk ella hvassan vind. Ættin verður landsynningur, tað verður turt um dagin men um kvøldi fer at regna. hitin uppí 11 stig.

Næsta vikuskifti verður umleypandi veður við regni og vindi onkra løtu men eisini sól og stilli onkra løtu, hitin ímillum 8 og 11 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo