Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin gul av norði, sól ein stóran part av degnum og turt men køli, ímillum 9 og 11 stig.

Týsdagin framvegis høgætt men lítil vindur sum tó frískar nakað ímóti kvøldi og fer niður í vestan, sami hiti, um 10 stig.

Mikudagin framvegis terri men móti kvøld fer hann niður í sunnan ella landsynning og tað verður strúkur í vindi. Sól, turt og hitin um 10-12 stig.

Hósdagin fyrst regn, seinni sólglottar, strúkur í vindi lágt, hitin um 12 stig.

Fríggjadagin regnar mestsum allan dagin. Frískur vindur ella strúkur í vindi ímillum landsynning og útsynning, eisini løtur við sól og hitin 10 - 12 stig.

Næsta vikuskifti verður umleypandi veður, leygardagin mest vesturætt og nokkso frískligt lot, sunnudagin nakað minni vindur og onkra løtuna landsynningur ella sunnan. Ælaveður báðar dagarnar og hitin um 12 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo