Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fegnir Víkingar við Løgmanssteypinum 2022 - Mynd: Sverri Egholm

Jákup Biskopstø Andreasen klárur at leiða liðið á vøllin – Mynd: Hans Erik Danielsen

Sølvi Vatnhamar avloysti leikbannaða Atla Gregersen sum liðskipari í finaluni – Mynd: Hans Erik Danielsen

Liðið hjá klaksvíkingum, ið Mikkjal Thomassen sendi á vøllin móti Víkingi – Mynd: Álvur Haralsen

Teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, ið Jóhan Petur Poulsen sendi á vøllin í finaluni um Løgmanssteypið – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Talan gjørdist um ein sera spennandi og væl spældan dyst, við omanfyri 4.000 áskoðarum kring vøllin, tá KÍ og Víkingur leygarkvøldið fóru á Tórsvøll at stríðast um Løgmanssteypið.

Úrslitið gjørdist 1-0 til Víking, sum skoraði einsamalla málið við brotssparki tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Málskjútti var Sølvi Vatnhamar.

Seinastu løtuna royndu FM-vinnararnir úr Klaksvík at leggja eitt stórt trýst á fyri at javna, men veruliga vandamikið bleiv tað ongantíð. Og so kundi málskjúttin, Sølvi Vatnhamar, ið avloysti leikbannaða Atla Gregersen sum liðskipara, taka ímóti Løgmanssteypinum.

Aftaná dystin varð liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen valdur til dagsins spælara.

Jákup Biskopstø Andreasen klárur at leiða liðið á vøllin – Mynd: Hans Erik Danielsen

Sølvi Vatnhamar avloysti leikbannaða Atla Gregersen sum liðskipari í finaluni – Mynd: Hans Erik Danielsen

Liðið hjá klaksvíkingum, ið Mikkjal Thomassen sendi á vøllin móti Víkingi – Mynd: Álvur Haralsen

Teir fyrstu ellivu hjá Víkingi, ið Jóhan Petur Poulsen sendi á vøllin í finaluni um Løgmanssteypið – Mynd: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo