Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í tinginum í gjár var eitt uppskot til viðgjørt um at loyva útreiðslum sum standast av negativari rentu, at kunna dragast frá í skattskyldugu inntøkuni hjá feløgum.

Andstøðan heldur uppá, at nú skal skattgjaldarin gjalda fyri, at feløg sleppa at draga negativa rentu frá.

Hetta er beinleiðis ósatt, tí tað sum feløg sleppa at lækka sína inntøku við, skulu bankarnir sjálvandi hækkað sína inntøku við, soleiðis at úrslitið verður =0.

Fyri at seta tingini í perspektiv, so merkir hetta, at um eitt felag hevur eina negativa rentu í eitt ár uppá kr. 15.000,-  so hevur hetta eitt skattligt virði fyri felagið uppá kr. 2.700,- sum sjálvandi er júst sama skattliga upphædd, sum bankin skal gjalda í skatti av somu inntøku.

Hetta burdi verið logikkur, men opinbart ikki fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Eisini hoyrdi eg andstøðuna siga, at Løgtingið skuldi boða bankunum frá, at vit sum samfelag, ikki góðtaka, at teir taka negativa rentu á innlánum.

Also eg trúði, at somu flokkar vistu av, at vit í Føroyum ikki føra pengapolitikk og at vit ongantíð hava gjørt tað, og at sjálvt um vit einaferð í framtíðini, møguliga blíva ein suverenur statur, so fara vit heldur ikki at kunna føra pengapolitikk.

Tað eru tað heilt aðrar kreftir sum taka sær av.

Nú er tað soleiðis, at okkara bankar verða riknir á handilsligum grundarlagið og eru undirlagdir sera strong kapitalkrøv, sum m.a. Føroya Løgting hevur álagt teimum, umvegis m.a. ES lóggávu og sum allir bankar í ES skulu lúkað, fyri at tryggja fíggjargeiran ímóti støðum, sum í fíggjarkreppuni í 2008.

So hendan lógarbroytingin í kapitalvinningsskattalógini broytir absolut onki mótvegis landskassanum ella skattgjaldaranum, tí uppskoti er ein fíggjarligur nullitetur.

Sostatt kann alt rumblið frá andstøðuni bert merkja, at tey heldur vilja hava bankar sum eru stýrdir av tí almenna, bæði innlánsrentuna og útlánsrentuna, tí hesar hanga óreingiliga saman.

Erhard Joensen
Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo