Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningureftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Tordur Niclasen, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum

Spurningar:
Nær kann roknast við, at landsstýrismaðurin broytir galdandi mannagongd um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum og fremur nýggjar ásetingar hesum viðvíkjandi?

Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum stendur: “Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi.”

Hetta er í samljóði við tað, ið Landsfelag Pensjónista hevur víst á og hevur havt ynski um at fáa broytt, og sum Miðflokkurin av heilum huga hevur tikið undir við, soleiðis at vit fáa bannað hesum áralanga mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Grundgevingin hevur verið, at tað eigur at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Umframt tann fíggjarliga týdningin, ið ætlaða broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild – ikki minst í hesi tíð, tá tørvurin á arbeiðsmegi er sera stórur. Tí er ynskiligt, at broytingin verður framd sum skjótast.

Tað er í hesum sambandi, at eg vil spyrja landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum 1. apríl 2013, eisini sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sendi út rundskriv um fráfaringaraldur, nær hann sendir nýtt rundskriv út, sum er í samljóði við samgonguskjalið, og nær stig verða tikin til at broyta tænastumannalóggávuna samsvarandi.

Nevnast skal eisini, at fyri uml. 15 árum síðan varð í Danmark, við lóg, ásett bann fyri at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum orsakað aldur. Loksins skal viðmerkjast, at landsstýrismaðurin tann 17. oktober 2019 svaraði líknandi spurningi (§ 52a, nr. 4/2019) soleiðis: ”Miða verður ímóti at fremja broytingar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.”

Nú tvey ár eru gingin – og mær vitandi ongar broytingar framdar – verður spurningurin reistur av nýggjum.

Á Løgtingi, 12. november 2021
Tordur Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo