Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum
Evni: Barnaverndarlógin

Spurningar:
1. Ætlar landsstýrismaðurin at herða lógina um barnavernd, so harðskapur undir ongum umstøðum verður góðtikin?

2. Metir landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at fosturforeldur varðveita góðkenning sum fosturforeldur, hóast harðskapur er framdur ímóti fosturbarni?

3. Hvørjar reglur eru galdandi fyri, at biologiskir pápar ella mammur kunnu fáa barnið heim aftur, tá fosturforeldur fremja harðskap ímóti fosturbarni?

Viðmerkingar:
Í § 30 í barnaverndarlógini er ásett, at um fosturforeldur ikki røkja sínar uppalingarskyldur, skal Fosturforeldraskipanin taka góðkenning teirra sum fosturforeldur aftur. Sambært serligu viðmerkingunum til § 30 í barnaverndarlógini, so er “uppalingarskylda” at skilja sum, at fosturforeldrini uppala barnið soleiðis, at tað verður nøktandi ment, bæði sálarliga og likamliga.

Fosturforeldrini skulu geva barninum eina góða og trygga røkt og umsorgan. Barnið má ikki verða útsett fyri misrøkt, harðskapi ella líknandi. Um fosturforeldur handfara barnið soleiðis, at tað er vandi fyri tess sálarligu og likamligu menning og búning, misrøkja tey barnið. Kravið til fosturforeldur er strangari enn kravið til biologisku foreldrini.

Í almenna kærusavninum hjá Føroya Kærustovni eru dømi um, at hóast harðskapur verður framdur ímóti fosturbarni, so varðveita fosturforeldrini góðkenning sum fosturforeldur. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 14. januar 2022
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo