Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Útreiðslur til rehabilitering á heilsuøkinum

Spurningar:

1. Hvussu stórar vórðu samlaðu útreiðslurnar til rehabilitering á heilsuøkinum, t.v.s. til endurvenjing og endurmenning - í 2018, 2019, 2020 og játtan 2021?

2. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á tey 3 sjúkrahúsini hetta sama tíðarskeiðið?

3. Hvussu vórðu útreiðslurnar býttar á málbólkar ella slag av sjúkum hetta sama tíðarskeiðið?

4. Hvussu stóra játtan er ætlanin at seta av á fíggjarlógini til rehabilitering í 2022 og 2023?

5. Kann landsstýrismaðurin geva eina stutta frágreiðing um, hvussu innihaldið í samstarvinum millum heilsuøkið og kommunurnar um rehabilitering er skipað?

Viðmerkingar:
Tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á rehabilitering. Rehabilitering byggir á ta fortreyt, at talan er um viðgerð í longri tíðarskeið.

Sjúkralegur í styttri tíðarskeið krevja ikki tað sama av avvarðandi, arbeiðsbyrða og familjulív - ein læknafaklig meting.

Rehabilitering fyrigongur bæði á heilsuøkinum og almannaøkinum, og tí hevur landsstýrismaðurin í almannamálum fingið ein fyrispurning um sama evni.

Tað er trupult í løtuni neyvt at lýsa, hvør fíggjarlig orka verður brúkt ella er markað til rehabilitering í Føroyum, t.d. býtt á sjúkrahús, málbólkar og sjúkuslag.

Tað er altavgerandi at vita, hvør fíggjarlig orka verður brúkt upp á verandi skipanir, hvussu vit raðfesta avmarkaðu fíggjarligu orkuna og ikki minst, um tørvur er á at umraðfesta og umskipa rehabiliteringsøkið - við borgaranum í fokus.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 4. august 2021
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo