Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í USA vilja tey nú banna appini TikTok. Ein republikanskur senatorur er komin við uppskotinum sum skal banna øllum flutningi av data til bæði Kina og Russland frá sosialum miðlum. Og væntandi fer uppskotið at fáa breiða undirtøku, skriva amerikanskir og útlendskir miðlar eins og Reuters.

Hjá TikTok eru tey sum vera man ikki nøgd. Í einum boðum frá fyritøkuni handan sosiala miðilin í USA, Bytedance, verður millum annað sagt, at uppskotið púrt onki ger fyri at bøta um trygdina í USA.

TikTok verður nógv brúkt her um okkara leiðir eisini. Ongi tøl eru fyri brúkarar í Føroyum, men í Danmark verður mett at 1,1 milliónir fólk brúka TikTok.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo