Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin Dmytro Kuleba sigur í eini samrøðu við AP, at Ukraina ynskir ein friðartoppfund í februar mánaði næsta ár.

Hetta skrivar dr.dk.

Kuleba slær fast, at russar verða einans bodnir við til fundin, um teir frammanundan eru stillaðir fyri ein krígsrættardómstól. 

- Russar siga, at teir eru til reiðar at samráðast, men hetta passar ikki, tí alt, sum teir gera á vígvøllinum, ber boð um tað mótsatta, sigur Kuleba.

Uttanríkisráðharrin ynskir, at friðartoppfundurin verður hildin í ST, tí at hetta er tað mest uttanveltaða staðið at halda fundin.

- Eitt og hvørt kríggj endar á samráðingarstigi, og eitt og hvørt kríggj endar sum eitt úrslit av tí, sum er hent á vígvøllinum og á samráðingarborðinum, sigur Kuleba.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo