Í hvørjari sál er ein tosti eftir eydnu og meining við lívinum
- Thomas Aquinas

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bindifestivalurin: Endamálið við vinarvøttinum er, at fólk við demens kunnu kenna fløvan av vøttinum, sum stimbrar kenslur, sansir og stillar sinnið.

Í hesum døgum sita fleiri og totast við VINARVØTTIR, tí freistin at lata inn er longu 20. juli. 2022. Øll, ið hava hug, kvinnur og menn kunnu luttaka.

Hvat er ein vinarvøttur?

Jú, tað er eitt fýrkanta plagg 30cm x 30cm, har tvær síður verða seymaðar saman, til eitt rør.

Plaggið kann bindast, hekklast, tøvast ella tað sum tú hevur hug til. Rátt verður til at nýta 100% ull, men alt tilfar kann brúkast.

Vinarvøtturin skal vera pyntiligur. Hetta kann gerast í ymiskum litum og formum og við at seyma ymisk bond uppá. Hugsa um brúkaran.

Les meira um krøvini til vinarvøttin her

Tað er European Twiddle Muff Award, sum skipar fyri. Hetta er ein europeisk kapping fyri øll, sum hava hug til at royna seg við at gera ein Twiddle Muff/vinarvøtt.

Stovnar, dagtilhald og heim fyri fólk við demenssjúkum kunnu skriva til bindifestival(at)gmail.com , um tey vilja hava nakrar VINARVØTTIR.

Vónandi verður luttøkan so stór, at tað verður nokk til øll.

So finn tær stokkarnar fram, kom í gongd og send ein vinarvøtt til:

Innandalsvegur
4530 Fuglafjørður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo