Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

SEV: Vindmyllulundin í Porkerishaganum varð reist og sett í royndarframleiðslu í 2020. Hendan royndarframleiðsla er nú liðug, og myllurnar eru formliga yvirtiknar. Á lítlari samkomu fyri innboðin varð vindmyllulundin formliga yvirtikin og lykilin latin Jóannes Norðberg, verkmeistara á Vágsverkinum, 11. februar 2021.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, beyð vælkomin, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum, segði nøkur orð og somuleiðis høvdu John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, Brian Joensen, verkætlanarleiðari í SEV og Jóannes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum orðið.

##med2##

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum

Landsstýrismaðurin, nevndi eins og hinir røðararnir, at vindmyllulundin í Porkeri er eitt frambrot á grønu kósini, og at allir føroyingar hava orsøk til at fegnast um hana.

Tey innbodnu fingu møguleika at fara inn í eina av myllunum, sum var sløkt, meðan hátíðarhaldið var, og eftir at hava fingið lykilin handaðan, tendraði Jóannes Norðberg mylluna aftur.

Lundin er mett at framleiða 20,4 GWt um árið, um øll orkan verður fingin inn á netið. Hetta svarar til miðalnýtsluna hjá 4.000 húskjum, og fer at minka um oljunýtsluna í við 4.400 tonsum árliga. 

Lundin í Porkerishaga er samstundis fyrsta nýggja vindmyllulund í Føroyum síðani 2014, tá Húsahagi varð tikin í nýtslu.

##med3##

Mynd: Niels Jaocb Eysturberg

Suðuroyggin grønari
Við vindmyllulundini í Porkeri økist burðardygga elorkuframleiðslan í Suðuroy munandi. Streymurin, sum suðringar brúka, verður nú framleiddur úr ávikavist vatni, vindi, sól og olju.

Fyrstu myllurnar blivu bundnar í netið í oktober í fjør, og í november fóru fyrstu myllurnar so smátt at framleiða inn á netið.

Fram til dagin í dag hevur vindmyllulundin, hóast hon bara partvís hevur verið í rakstri, framleitt orku svarandi til nýtsluna hjá allari Suðuroynni í umleið 20 dagar.

Í januar framleiddi lundin 17% av samlaðu elorkuni í Suðuroy. Eisini er royndarverkætlanin við sólorku staðsett í Sumba.

##med4##

Nevndarlimir Sune Jacobsen og Hans Jacob Johannesen saman við John Zachariassen, nevndarformanni

Suðuroyggin gongur enn einaferð á odda á grøna økinum
"Her í oynni verður enn einaferð gingið undan á el-orkuøkinum", segði John Zachariassen, nevndarformarður í SEV.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo