Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin støkkur hann vesturum, men tað verður kortini lítil vindur, nakað sum í dag, og sami hiti, um 6 stig. Turt fyri tað mesta.

Týsdagin og mikudagin, tollaksmessudag, høgætt og kaldari, um frostmarkið, neyvan nakað avfall, og hann frískar vindin nakað.

Hósdagin, jólaaftan, fyrst høgætt og kalt, um frostmarkið. Sum dagurin líður snarar hann í sunnan, tað verður lýggjari, upp í 6 stig og frískari vindur, upp í ein strúk móti kvøldi.

Fríggjadagin, fyrsta jóladag, hvassur vindur av útsynningi, frá á middegi og restina av degnum regn og hitin um 8 stig.

Leygardagin, annan jóladag, hvassur vindur av vestri, kava- ella vátaslettingsæl, hitin niður í 2 stig.

Sunnudagin norðan, fyrst strúkur í vindi, seinni hvassur vindur, ælaveður, hitin millum 2 og 5 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo