Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Veðurstovan: Vindferðin kring landið er í miðal 13 til 18 m/s. Ættin er útsynningur, kanska eina striku omanfyri, um útsynning vestan. Skýggjað er allastaðni í landinum og fyri tað mesta turt. Okkurt ælið er tó í støðum.

Sum kvøldið gongur, fer vindurin at veksa. Á midnátt er vindferðin 18 til 23 m/s av vestri, kanska eina hálva striku undir vestan. Onkra løtu 20 til 25 m/s. Hetta er stormur í miðalvindi. Hvirlurnar eru nakað væl harðari.

Saman við øllum hesum vindinum er skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Sum náttin gongur, fer hetta at vera veðrið – t.e. 18 til 23 m/s av vestri, ella beint undir, onkra løtu 20 til 25 m/s, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt.

Um 8-9 tíðina í morgin ári er tað ringasta yvirstaðið. Vindurin minkar ikki skjótt. Á middegi er vindferðin farin niður um 20 m/s, og ættin farin upp í útnyrðing vestan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo