Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hósdagin 31. mars verður spennandi vinnutiltak í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Freistin at tekna seg er 18. mars.

Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fyri afturvendandi tiltakinum Vinnuforum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur.

Hesaferð verður sjóneykan sett á grøna umlegging, ið slóðar fyri nýhugsan. Tað verða bæði útlendskir og føroyskur fyrilestrarhaldarar.

Prísvinnandi og altjóða viðurkendi serfrøðingurin innan burðardygg vinnurák, Tania Ellis, fer at greiða frá, hvussu stórar og lítlar fyritøkur kunnu menna nýskapandi og burðardyggar virkisgongdir, ið skapa virði bæði fyri fyritøkuna sjálva og fyri samfelagið.

Pætur Jakobsen, stjóri í føroysku fyritøkuni SMJ, fer at greiða frá, hvørji grøn átøk SMJ hevur framt í fyritøkuni í sambandi við luttøkuni í »Burðardygt vinnulív« (the Faroese Sustainable Business Initiative), og hvørjar framtíðarætlanirnar eru.

At enda fer Jens Brandt Bering, stjóri á Veitingardeildini í donsku fyritøkuni Niras, at greiða frá, hvørjir møguleikar føroyski skipaflotin hevur at leggja um til grøna orku.

Vinnuforum byrjar klokkan 13.30 og endar klokkan 16. Aftaná tiltakið verður ábit og netverkan.

Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. Freistin at tekna seg til Vinnuforum er 18. mars. Tú kanst tekna teg til Vinnuforum her:

Skráseting til Vinnuforum (hugskotid.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo