Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tað má ikki henda, at samfelagið verður stongt niður aftur. Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

- At krevja koronupass er ikki at gera mun á fólki, segði formaðurin í farsóttarnevnini í Degi og Viku í gjár, og hesum taka vit undir við, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Eitt koronupass er ein váttan um, at ein er koppsettur, hevur havt smittuna ella hevur eina negativa koronukanning at vísa á. Harvið hava allir borgarar í Føroyum møguleikan at verða við í einari skipan við kravdum koronupassi, har tað er neyðugt fyri at fyribyrgja smittu.

Borgarin í Føroyum hevur livað í einum niðurlæstum samfelag orsaka av korona í einum tíðarskeiði á vári 2020. Somuleiðis hildið tilmælini frá myndugleikunum og fylgt teimum, óansæð í hvønn mun tey hava hildið, at hesi hava verið rímulig. Hetta tí, at heilsufakligu myndugleikarnir hava rátt til tað.

At heilsuverkið saman við politikarum nú boðar frá, at fyritøkur skulu vara seg við at krevja negativa koronutest, kunnu vit als ikki taka í álvara. Fyritøkur arbeiða fyribyrgjandi, soleiðis at framleiðsla kann halda fram og tænastuveitingar veittar kundunum. Gjøgnum alla tilgongdina við COVID-19 hava tilmælini verið, at vit skulu lata okkum kanna, og at orka til koronukanningar verður tillagað tørvinum. Um testkapasiteturin nú er ov lítil, er orsøkin ikki fyritøkurnar, men at landsins myndugleikar hava verið ov seinir at seta snild fyribyrgjandi tiltøk í verk, sum eitt nú koronapassið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politiska skipanin eigur at hava virðing fyri, at leiðslur á fyritøkum eru førar fyri at gera egnar metingar av vandanum fyri smittu og avleiðingunum hetta kann hava við sær. Tað er eyðsæð at vit øll missa, um koronusmittan spjaðir seg inni á viðbreknum framleiðslueindum ella tænastuveitingum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta greiðu støðu, at Føroya Landsstýri skyldar okkum at lurta eftir farsóttarnevndini og heilsufakligu myndugleikunum. Tað má ikki henda, at smittan spjaðir seg so nógv, at samfelagið verður stongt niður aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo