Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í dag, 28. nov. 1944, varð Gerhard Hansen, professari, borin í heim. Sostatt hevði Gerhard blivið 80 ár, um honum varð lív lagað. Men so skuldi ikki verða.

Fyri ikki so langari tíð síðani, so fór hesin vinurin handan sýn. Sjálvt um tað vóru rímuliga nógv ár millum okkara, so kendist tað, sum um vit vóru javnaldrar sinnisliga. Vit gjørdust hjartavinir. Eg síggi hann fyri mær enn í dag, stillur og friðarligur, gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, spurdi hvussi eg hevði tað, hvussu konan hevði tað og so børnini – við navni, hvussu tey høvdu tað. Hetta var hirðin, ið hevði umsorgan. Og so ikki at gloyma allar bønurnar, ið bidnar blivu.

Vit kendust ikki so nógv ár, men kortini blivur tað nøkur tilsamans. Sjálvandi visti eg um Gerhard og at hann hevði skrivað fleiri bøkur – har millum doktara ritgerðina, ið viðgjørdi “Eindarmentan føroyinga og vekingarrørslurnar”. Hana átti eg og hevði eisini lisið hana. Eitt meistaraverk.

Vit flutt niður í feb. 2016 og tá hittu vit Gerhard og fittu konu hansara, Kirstin, eisini. Hetta bleiv eitt sera ríkt vinarband okkara millum. Ofta komu vit saman. Serliga vóru tað Gerhard og eg, ið javnan hittust til samveru og bøn, har eisini bleiv tíð til Bíbliu studium.

Vit báðir, Gerhard og eg, ferðaðust saman runt Danmark og boðaðu boðskapin um Harran Jesus, Hann, ið hevði broytt lív okkara. M.a. vóru vit í Hirtshals, Keypmannahavn, Give, Odense, Esbjerg o.a. Hetta vóru sera ríkar og gevandi løtur. Ikki minst, tá vit skuldu til Hirtshals av Fyn, fyri at hava vikuskiftis møtir har. Hesin koyritúrurin tók einar 4-5 tímar hvønn vegin og nógv var at práta um og biðja fyri.

Afrikanar (ella eru tað indianarar?) hava eitt orðatak, ið sigur, at tá ein eldri persónur doyr, ja, so er tað sum eitt heilt bókasavn brennur í grund. Hetta má so sanniliga sannast í samband við professarin og gudfrøðingin, Gerhard Hansen, ið var sum ein livandi brunnur, ið oysti frá sær í øllum sínum eyðmjúkleika. Tað var ein fragd at fáa loyvi til at sita við føtur hansara og líða á lívsvísdómin, ið kemur frá einum gudrøknum lívi. Hetta kendist sum tá Paulus sat við føtur Gamaliels.

Gerhard helt fast við Kristus Jesus til tað seinasta – einki fekk hetta at vikast. Altíð, tá vit sótu og prátaðu ella hann prátaði við onnur, so tók tað ikki langa tíð, so kom snakkið inn á Jesus og tann sera stóra týdning, ið Hann hevði fyri mannaættina. Gerhard setti ongantíð ljósið undir skeppina. Har hann var, har lýsti Ljósið.

Eg minnist aftur á sera nógva ríkar løtur, har vit tosaðu mangan ógvuliga djúpt. Gerhard var ein persónur, ið tú kundi tosa alt við, óansæð hvat. Vísur, tolin, fevnandi, kærleiksfullur, eymur, trúfastur, kunnskapsríkur, stillur, gudsóttandi. Hetta eru nøkur fá av teimum orðum, ið eg havi hug til at nýta um góða vinin, Gerhard. Hesar dýrabæru samtalur fari eg at sakni, vinur mín. Men vit taka tær uppaftur, tá eg komi heim...

Lat meg enda við hesum orðum, ið kong Dávid segði, um góða vin sín, Jónathan, tá hann var fallin og sum vit lesa í 2. Sám. 1:26-27...har tað stendur: “Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki. – Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“

Við hesum fáu orðum fari eg at minnast ein 80 ára dag, hjá einum góðum vini. Ærað verði minnið um vinin, Gerhard. ´Till we meet again.

Fríðtór Debes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo