Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir framløguni av fíggjarætlanini fyri 2023. Talan er um eina varna meting av vøkstrinum í bæði kommunu- og partafelagsskattinum. Samlaðu inntøkurnar verða mettar at vaksa við 4% upp í 1,209 miljardir. Rakstrarútreiðslurnar vaksa eisini við 4% upp í 954 miljónir.

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember. Býráðið hevur avgjørt at hava fyrstu viðgerð 27. oktober og aðru viðgerð 24. november.

Í framløguni av uppskotinum til fíggjarætlan 2023 segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundi í kvøld, at í uppskotinum er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19,00% og 8.000 kr. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tá tiknar við.

Hóast fyrst koronu og síðani kríggið í Ukraina kann sigast, at inntøkurnar hjá kommunni hava verið á einum jøvnum stigi. Mett verður tó ráðiligt, at hava eina varna meting av vøkstrinum í kommunuskatti, millum annað við hækkingunum í vøruprísum og rentuni í huga. Av somu orsøk verður eisini felagsskatturin, skatturin frá partafeløgum, mettur varliga.

- Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 46,6 mió. kr, ella 4,0% upp í 1.208,7 mió. kr í mun til metingina fyri 2022 upp á 1.162 mió. kr.

Útreiðslur
- Virksemið í høvuðsstaðarkommununi er enn í stórum vøkstri. Fólkatalið í Føroyum veksur støðugt. Størsti vøkstur í tali er í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, svarandi til 43% av samlaða fólkatalinum í landinum.

- Talið av borgarum í kommununi vaks frá august 2021 til august 2022 við 1,7% ella 387 borgarum úr 22.684 upp í 23.071.

- Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2023 netto 36,7 mió. kr upp í 953,8 mió.kr úr 917,1 mió.kr. Hetta er ein vøkstur upp á 4,0% í mun til fíggjarætlanina fyri 2022.

Úrslit
- Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan við nevndu fortreytum og virksemisbroytingum, verður úrslitið áðrenn rentur 234,9 mió.kr. Úrslitið áðrenn avdráttir og íløgur verður 229,2 mió. kr. Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 192,9 mió. kr.

- Lániskuldin hjá kommununi er 242 mió. kr. Av hesum eru 233 mió. kr knýttar at Tórshavnar havn. Er avlopið til skattafíggjaðar íløgur lægri enn samlaðu íløgurnar, má munurin fíggjast við meiri inntøku og/ella lægri útreiðslum og/ella lántøku.

- Býráðið ásetir kommunuskattaprosentið og barnafrádráttin og kann umvegis hesi bæði

broyta fortreytirnar fyri fíggjarætlanina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a., tá hann legði fram fíggjarætlanina fyri 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo