Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

- Hetta er ótrúliga spennandi fyri Føroyar sum ferðamannaland. Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroeislands, um Eysturoyartunnilin, sum ætlandi skal lata upp fyri almennari ferðslu um bert eina viku.

Tunnilin hevur verið frammi í stórum fjølmiðlum um allan heimin, tí í tunlinum finst heimsins fyrsta rundkoyring á havsins botni.

- Hetta er eisini gott fyri Føroyar sum heild. Hetta er tað vit kalla "nationbranding" sum vísir, at vit í Føroyum eru bæði moderna og visioner, sigur Guðrið Højgaard, sum eisini vísir á, at tað er gott at enda ári við onkrum góðum tíðindum, um nakað stórt og hugtakandi, í einum ári, sum annars hevur verið so merkt av nógvum ringum tíðindum (um korona, red.)

- Men heldur tú, at tunnilin kann metast sum ein attraktión í sær sjálvum?

- Ja, tað halda vit at hann er. Eisini tí at hann skapar eitt slag av "golden circle" og annars letur upp fyri fleiri møguleikum fyri ferðavinnu norðanfyri, sigur Guðrið Højgaard við VP.

Og hon fær undirtøku frá Teiti Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum.

Tað er ein win-win støða, tí samstundis sum tunnilin er góður fyri ferðavinnuna, so er ferðavinnan eisini góð fyri tunnilin, vísir hann á.

- Vit rokna við einum ávísum tali av útlendskum bilum og leigubilum hjá ferðafólki, og hetta ger, at vit fáa havt ein bíligari prís enn annars fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur Teitur Samuelsen við VP.

- Kanst tú seta tøl á, hvussu stórar inntøkur tit vænta frá ferðafólkum?

- Eg fái ikki sett neyv tøl á. Men vit hava eitt nú hugt eftir, hvussu nógvir útleigubilar eru í landinum. Og so hava vit roknað okkum fram til, hvat vit meta er realistisk inntøka frá ferðafólki. Eg kann so siga, at vit rokna við nøkrum milliónum krónum árliga á tí kontuni, sigur Teitur Samuelsen við VP.

Les eisini: Tíðindini um Eysturoyartunnilin ferðast kring allan heim

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo