At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Elbilar eru ikki nøkur bjarging fyri mannaættina. Teir eru eitt politiskt flopp. Teir eru oyðandi fyri umhvørvið og framleiðslan av teimum er so óetisk og dálkandi, at einki hugsandi menniskja burdi havt hjarta til at ogna sær ein elbil.

Ein grein hjá svianum Bengt Karlsson fekk nógva umrøðu í Svøríki og í Danmark um dagarnar.

Har verður m.a. greitt frá, hvussu ófatuliga stóran skaða framleiðslan av battaríum til elbilar gera á náttúru, fólk – og serliga børn.

Karlsson vísir á, at eitt meðal battarí vigar um 500 kg. Tað er á stødd við eitt kuffert. Tað inniheldur 12 kilo av lithium, 30 kilo av nikkil, 20 kilo av mangan, 15 kilo av kobolt, 100 kilo av kopari, 200 kilo av aluminium og stál og plast.

6.831 lithiumkyknur eru í hvørjum battaríi.

Tað átti at verið ørkymlandi fyri okkum øll, at øll hesi eitrandi evni koma frá námsvinnu – altso úr minum.

Fyri at framleiða lithium til eitt battarí skal mann brúka 10 tons av forarbeiddum salti, til kobolt 15 tons av málmi, til nikkil tvey tons av málmi og 12 tons av kopari.

200 tons av tilfari skulu gravast upp úr námunum til at framleiða eitt battarí.

Ein kanning vísir, at aftanfyri 68% av framleiðsluni av kobolti í dag fjalir seg sjúka og barnaarbeiði – ein stórur partur av einum battaríi í dag kemur úr Congo, har onki umhvørviseftirlit er og børn doyggja av eitran.

Hvussu rokna vit hesi børn uppí útreiðslurnar fyri ein elbil??

Tað átti at verið einfalt at rokna munin millum ein elbil og ein fossilriknan bil.

Men slíka gransking síggja vit ikki.

Elbilurin er komin fyri at vera og politikkurin vinnur – ikki tí, tað er rætt, men tí tað fylgir tíðarandanum og er opportunistiskt.

Tað er tann duldi kostnaðurin av einum elbili, vit skulu taka støðu til.

Tað sama er galdandi fyri ett nú sólpanelir.

Vit síggja burtur frá teimum kemikalium, sum verða brúkt til framleiðsluna, sum kisel, saltsýru, svávulsýru, salpetursýru, trikloretan og aceton, umframt sera eitrandi evni sum gallium, arsenid, koparidonium, disenid og telleruid, sum eru ekstremt eitrandi og ikki kunnu endurvinnast.

Og so eru tað vindmyllurnar. Tær eru í fremstu røð, tá umræður fjaldar kostnaðir og umhvørvisórógv.

Eitt nýmótans vindkraftverk vigar í meðal 1688 tons. 1300 tons betong, 295 tons stál, 48 tons jarn, 24 tons glasfipur og metallini neodyn, praseodyn og dysprosium.

Gloym ikki eitt tons av hydraulikkolju.

Hvørt blað vigar 40 tons og heldur 15-20 ár og kann ikki endurnýtast. Bæði sólpanel og vindkraftverk drepa fuglar og onnur djór og kykt í hópatali.

Trúliga verður meira orka brúkt at byggja hesi verk, enn tey framleiða.

Hugsa um, at hvørt verk skal standa langt frá sínum grannum – umleið ein ferkilometur pr eind. T.v.s at ein “park” við 10 eindum skal brúka 10 hektarar av jørð.

Legg so jarðarkostnaðin afturat, vegirnar, frárensl, kaðalarbeiði og íbinding til elnetið.

Tað kann vera skil í at brúka hesa tøknina, men vit áttu at hildið uppat við at tosa um at onki útlát er – og harvið ongin dálking.

- Samstundis vinna brintbilarnir fram. Og samstundis framleiða bilaverksmiðjur í hópatali nýggjar forbrenningsmotorar, sum brúka biogas, biodiesel og biobensin og at kalla onki útlát hava.

Lesa meira her: Elbilars batteri och sol/vindkraftverk | Åbo Underrättelser (abounderrattelser.fi)

Mining the Planet to Death: The Dirty Truth About Clean Technologies - DER SPIEGEL

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo