Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jólini snúgva seg enn um forbrúk. Hóast vit hvørt ár tosa um at tálma nýtsluni, at gleðin ikki kann keypast fyri pengar, so keypa vit meira ár fyri ár. Tað er ein stórur trupulleiki, sum kann tykjast ómøguligur at gera nakað við. Tað góða er tó, at vit kunnu fremja nakrar lítlar ítøkiligar broytingar, so vit sum útgangsstøði ikki mæla til meirnýtslu og dálkandi atferð.

Fyri nøkrum árum síðani skeyt Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag upp, at vit ikki fáa lýsingabløð í postkassan uttan at vit siga ja til tey – ein sokallað ja-takk skipan. Tað merkir, at vit skulu aktivt siga ja til lýsingabløð í staðin fyri aktivt at siga nei til lýsingabløð, sum støðan er í dag. Hetta er eitt evarska lítið stig, men ein skilagóð leið at fara.

Lýsingabløð eru ikki bert dálkandi, tí vit prenta tey í øgiligum nøgdum. Tey kunnu eisini elva til, at vit brúka meira. Vit keypa kanska okkurt, sum vit ikki hava tørv á, tí lýsingin eggjar okkum til tað. Gera vit einki, so fáa vit rúgvuvís av lýsingabløðum í postkassan. Ein stórur partur verður ikki lisin og fer beint í skrell.

Eg veit, at tað eru fleiri, sum hava stóran tørv á tilboðunum í lýsingabløðum. Bæði fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman, men eisini fyri at hava ráð til jólini. Hjá hesum ber til at fáa lýsingabløðini í digitala postkassan gjøgnum appina hjá Posta. Eg trúgvi, at áhaldandi eggjanin til meirnýtslu ger jólatíðina serliga ringa hjá teimum, ið hava avmarkaðan pening at brúka.

Tað, vit minnast best frá jólatíðini og tað, sum ger okkum glaðast, kann sjáldan mátast í støddini á gávunum. Heldur er tað tíðin, sum vit geva okkara nærmastu. Løturnar, har vit pynta jólabýin saman við familjuni ella tilevna heimagjørdar gávur til børnini í familjuni. Tíverri eru vit fá, ið hava tíð til tær løturnar, tí alt gongur so skjótt og krøvini til okkum eru høg.

Vit kunnu sum heild hugsa meira um at brúka minni - og minni um at brúka meira. Men tað er týdningarmikið, at samfelagið eisini eggjar okkum til tað sama.

Hóast ein slík broyting við lýsingabløðum ikki fer at bjarga klótuni, so er tað týdningarmikið eisini at gera smáar broytingar, har vit raðfesta umhvørvið og umsorgan fyrst, og samstundis vísa á, at meirnýtslan og handilslig atlit eru minni týdningarmikil.

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo