Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eysturoyingarnir Hans Jacob á Líknargøtu og Jógvan Óli Kristiansen hava stovnað nýggju heimasíðuna “Eysturoyarportalin”, eisini styttur www.eyp.fo.

Hugskoti hevur verið leingi frammi og vent, men endaliga stigið er nú tikið. “Hetta hevur verið ein dreymur hjá okkum stigtakarum í langa tíð”.

- Hugskotið og endamálið við portalinum er fyrst og fremst, at geva eysturoyingum ein “pall” at standa á, har lokalu viðurskiftini; bæði innan vinnuna, ítróttin, mentunarlívi og trúarlívi o.a koma á breddan.

Eysturoyggin hevur ikki havt nakað talirør, men við hesi heimasiðuni er ætlanin, at eysturoyingar eisini sleppa framat, siga teir í fráboðan.

Heimasíðan er sjósett í morgun og byrjað verður beinanvegin. Stovnaðirnir vóna, at viðskiftafólk og lesarar taka væl ímóti henni, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo