Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein kendur russiskur krígsbloggari doyði av eini spreinging á kafe í russiska stórbýnum Sankta Petursborg í gjár, skrivar danska TV 2.

Harumframt fingu 25 fólk skaða, og 19 av teimum eru innløgd, skrivar CNN.

Deyði persónurin var journalisturin og bloggarin Vladlen Tatarskij.

Tann 40 ára gamli Tatarskij, hvørs rætta navn er Maxim Fomin, er kendur fyri at stuðla russiska forsetanum, Vladimir Putin, og krígnum í Ukraina.

Hann hevði yvir 560.000 fylgjarar á boðtænastuni Telegram.

- Vit sigra á øllum, vit fara at drepa øll, vit ræna øll. Alt fer at verða, sum vit vilja hava tað at gerast, segði hann í einum videobroti herfyri.

Her brestur bumban

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo