Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin vil rudda slóð fyri øllum føroyskum vinnulívi. Frá kioskini á Trøllanesi til alirisan á Glyvrum. Tað gerst eitt nú við einføldum reglum, kappingarførum avgjøldum og skattum, sum skapa tryggar og mennandi karmar.

Tað er føroyskt vinnulív, sum seinastu 50 árini hevur drigið føroyska samfelagið fram til at teljast millum heimsins ríkastu samfeløg. Við áræði og vilja hevur føroyskt vinnulív gagnnýtt tilfeingið, hugflog og viljan hjá okkum sum her búgva, til at vinna okkum alsamt vaksandi inntøkur og vælferð.

Sum samfelag mugu vit stuðla uppundir áræði og hugin hjá hvørji einastu føroyskari fyritøku. Týdningurin er tann sami, um talan er um eina lítla fyritøku, sum ber eina lítla familju uppi ella um fleiri hundrað ella túsund familjur eru tengdar at virkseminum. Áræði, ágrytni og ábyrgd skapa okkara samfelag.

Kappingarføri og hugurin at vinna pengar tryggjar effektivitetin og úrslitini. Og tí mugu vit rudda slóð fyri privata vinnulívinum og minka um almennu skeiklandi kappingina. Tað merkir, at vit eitt nú skulu: 

- Tryggja at privatar fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi fáa lættari atgongd at bjóða uppá almenn arbeiði og alment virksemi.

- Vit mugu tryggja, at avgjøld og skattur á vinnulív okkara altíð hava framhaldandi kappingarføri og evnini til endurnýggjan sum mál. Kringvarpsgjald til fyritøkur skal avtakast.

- Vit skulu einskilja almennar fyritøkur, sum eru í beinleiðis kapping við privata vinnulívið. Til gagns fyri brúkaran.

- Almenn umsiting og stovnar skulu ganga undan innan nýtslu og menning av føroyskum vinnnum.

Fólkaflokkurin vil arbeiða fyri einari nútímans og altjóða kappingarførari føroyskari vinnu, sum fær frælsi og ábyrgd støðugt at menna seg til broytingarnar á marknaðinum. Serliga í hesum tíðum.

Eitt sterkt, dugnaligt og mennandi vinnulív er bulurin undir føroyska samfelagnum.

Beinir Johannesen
Formaður í Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo