Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
Lesarin skrivar

Hesin svarti kassin er á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet og sæst skjótt, at í honum eru feilir

Hesin svarti kassin er á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet og sæst skjótt, at í honum eru feilir

Hesin svarti kassin er á heimasíðuni hjá Frihedsbrevet og sæst skjótt, at í honum eru feilir

Hvør eigur Frihedsbrevet spf? (sambært Skráseting Føroya)

Fyrst er at siga, at sambært upplýsingingum frá Skráseting Føroya eru eigarnir hesir.

##med2##

Tann eini eigarin virkar útfrá lágskattaskjólum:
Dennis Jean Viet-Jacobsen hevur sambært ”Ekstra bladet” flutt sín eigaraskap til skattafrælsi í Luxembourg. Hansara ognarpartur er umvegis DESOLIX – Aps sum er eitt millumfelag skrásett í  Danmark, har móðurfelagið er skrásett í Luxembourg. Tað eitur Pernilex S.à.r.l..   

Stjórin í Frihedsbrevet spf er ikki Barbara Holm, sum tey flestu óivað halda. Stjórin er tann danski Mads Johan Brygger Cortzen.

Felagið hevur ongan annan stjóra.

Felagið hevur onga nevnd og sambært viðtøkunum er tað bert stjórin sum teknar felagið sambært Skráseting Føroya.

Sostatt kann Barbara Holm og Frihedsbrevet spf skriva so at siga alt um virkir og persónar í Føroyum, uttan at hon ábyrgdast fyri nakað. 

##med3##

Hvussu gongur í Frihedsbrevet spf?
Felagið hevur tríggjar ársroknskapir. Allir hava víst hall hvørt ár.

Samlað sæð hevur hallið verið 2,8 mio. kr. og av tí at felagið var stovnað við bert 50.000 kr. so er eginpeningurin negativur við 2,75 mio. kr.

Sostatt hava eigararnir mist allan peningin og tað væl meira. 

Sambært matrikul.in eigur Barbara Holm eina 70 fermetur stóra eigaraíbúð á Karlamagnusarbreyt, sum hon leigar út.

Hesa íbúð keypti hon fyri 1.550.000 kr. í januar 2020. Hon lánti tá 1.050.000 kr. frá Betri Banka til keypið. Skuldin er í dag uml. 878.090 kr.

Sjálv býr hon á aðrari adressu og sostatt luttekur hon eisini í upptúrinum á bústaðarmarknaðinum við at fáa virðisøking av eigaraíbúðini og skattafríar leiguinntøkur.

Er hetta áhugaverd upplýsing? 

Er nakað “breaking news” í hesum?

Nei, má svarið verða, men Barbara Holm heldur at hetta er mikið spennandi, at fortelja um onnur í Føroyum. 

Royters

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #