Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Týdningurin av danska blokkinum minkar støðugt. Av almennu útreiðslunum gjalda vit í dag sjálv meira enn 95 kr av hvørjum 100 krónuseðli. Fimmkrónan er “piece of cake” í mun til hvussu langt, vit longu hava flutt okkum. Tá ein sær søguligu gongdina er lítil ivi um, at vit megna fullvæl at standa á egnum beinum. Tíðin er komin at leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu vit gerast fult fíggjarliga sjálvbjargin, og harvið standa fræls at velja framtíð okkara.

Tølini tala
Føroyar hava seinastu mongu árini tikið risa fet ímóti at gerast óheft av fíggjarligum stuðli uttanífrá. Herfyri spurdi eg landsstýrismannin í fíggjarmálum um, hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum ríkisveitingin nú er. Tað er, í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum, samanborið við 2001, ið er seinasta árið innan blokkurin varð minkaður við einum triðingi.

Tá táttaði ríkisveitingin í einari milliard, sum var út við 17% av inntøkunum og 21% av útreiðslunum í samlaða almenna búskapinum. Verður hugt eftir landskassanum eina, so var ríkisveitingin heili 33% av útreiðslunum. Hetta er síðani minkað niður í 10%. Hesi árini eru stórar og tungar uppgávur fluttar av fíggjarlógini og yvir á kommunurnar, og kommunurnar reka jú virksemi sítt uttan danskar pengar.

Ríkisveitingin er í dag 642 mió. kr, og tað er altso einans 5% av samlaðu almennum útreiðslunum hjá landi og kommunum, sum landsstýrismaðurin váttar í svari sínum.

At taka ábyrgd
Tað skortaði ikki við dómadagsrøddum, tá ein djørv samgonga frá 1. januar 2002 valdi at frásiga sær ein triðing av blokkinum. Men gongdin at taka fíggjarliga ábyrgd av egnum viðurskiftum helt fram, og í dag eru vit á gáttini til at vísa umheiminum, at vit klára okkum sjálv. Vilja vit ganga seinasta teinin, og gerast óheft av donskum pengum, so fáa vit sum land eina nógv sterkari støðu mótvegis umheiminum. Og spurningurin um at skipa okkum sum sjálvstøðugt land, kann tá takast uttan ótta fyri fíggjarligum avleiðingum.

“Eg eri sjálvbjargnismaður” hoyrdi eg ein sambandsmann siga, og mær rann til hugs ein sambandsløgmann, sum í 2012 við Politikken segði, at hann væntaði, at øll málsøki vórðu yvirtikin innan 10 ár og at Føroyar fóru at vera eitt sjálvstøðugt land í javnsettum felagsskapi við Danmark og Grønland um 20 ár. Innara trongdin at taka ábyrgd av sær sjálvum býr djúpt í teimum allar allar flestu.

Flestu flokkar á tingi siga seg vilja fíggjarligt sjálvbjargni. Men tað krevur, at vit leggja eina miðvísa ætlan og plikta okkum til eina gongd, sum á forsvarligan hátt ger okkum leys av blokkinum. Megna vit tað, so fer tað at leggja trýst á politisku skipanina um í nógv størri mun at føra eins ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk har samanhangur er ímillum inntøkur og útreiðslur. 

BTÚ sum grannalondini
Bruttotjóðarúrtøka kann orðast sum árlig virðisøking í búskaparliga virkseminum í samfelagnum. Javnan hoyra vit, at føroyska bruttotjóðarúrtøkan hevur yvirhálað bæði ta donsku og íslendsku. At samanbera við hini norðurlondini er ikki heilt einfalt, tí gjaldoyruni eru ymisk og mátin at rokna BTÚ eisini. Men, sambært svarinum frá landsstýrismanninum, so liggja vit á støði við norðurlendsku londini, Norra liggur tó nakað hægri.

Bruttotjóðarúrtøkan er tvífaldað uppá 15 ár; frá at vera 10,5 mia. kr. í 2005 til 21,2 mia. kr. í 2020, og mett verður at endaliga talið fyri 2021 verður væl hægri. Fyri tjúgu árum síðani var ríkisveitingin um 10% av føroyska BTÚ. Í dag svara krónurnar frá danska skattgjaldaranum til minni enn 3% av okkara bruttotjóðarúrtøku. Nærum allur vøkstrinum í úrtøkuni í landi okkara verður skaptur við egnari mátt og megi!

Jú, sanniliga hevur framleidnið og ágrýtnið hjá fólkinum í hesum landi ført okkum nógv nærri tí degi, har vit fíggjarliga standa fult út á egnum beinum.

Nú vil onkur vera skjótur at minna á, at danir eisini gjalda fyri aðrar skipanir í Føroyum, sum ikki telja við í blokkin. Tað er so, men tað broytir ikki tann veruleika, at vit hava tikið risafet nærri at gerast óheft av donsku veitingini. Og fara vit søguliga nógv longur aftur í tíðina, tá útlendskir pengar vóru bróðurparturin av peningaliga húsarhaldinum, so sæst, hvussu lutfalsliga lítlan týdning ríkisveitingin í dag hevur. Vit eru eitt samfelag, sum kann svara hvørjum sítt. Um vit vilja.

Blokkurin kostar
Blokkin gjalda danir fegnir, tí henda – eftir støddini á danska búskapinum – symbolska upphædd, legitimerar teirra fatan av einum donskum eindarstati, við ræði á eitt nú tí, sum átti at verið føroyskur uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur. Tað er ein bíligur prísur at gjalda, fyri framhaldandi at kunna vera ein tungvektari í uttanríkispolitiskari telving, ikki minst í Arktiskum høpi. Ein støða, sum Grønland og Føroyar tryggja dønum. 

At gerast fíggjarliga sjálvbjargin og sjálvstøðug, á jøvnum føti við onnur lond, letur upp fyri nógvum møguleikum. Tað kostar okkum, at vit ikki hava atgongd til somu uttanríkispolitisku amboð, sum onnur lond. Men tað roknistykkið síggja vit sjáldan.

Eins og øll onnur av heimsins londum, hava og fara vit altíð at hava tørv á at samstarva væl og alliera okkum við onnur. Men, fíggjarligt sjálvbjargni og ræði á øllum okkara egnu viðurskiftum, gevur okkum eina so nógv størri samráðingarstyrki og møguleika at velja, hvør leiðin er hin besta fyri land okkara. 

Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo