Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var tann 24. februar, at larvahjólini hjá teimum Z-merktu russisku stríðsvognunum fóru tvørtur um markið til Donbas, og missil fóru at regna niður yvir ukrainsku býirnar. Føðistovur og íbúðablokkar verða sundurbumbaðir av óneyvum bumbum, og krígsbrotsverk uppá strípu í Mariupol, Butsja og Kyiv.

Ein ræðulig innrás, við vanlukkuligum fylgjum fyri milliónum av menniskjum, ung sum gomul, og eitt púra greitt brot á altjóða lóg og rætt. Ein fullskalerað innrás av einum sjálvstøðugum landið.

Men til alla lukku standa ukrainar stinnir og óvikandi. Ukrainar eru seigir, og Volodymyr Zelenskyj og Vitaly Klitshko standa sum vitar fyri Ukrainska fólkið og allan heimin.

Tíverri er heimurin soleiðis samansettur, at um aðrar tjóðir blanda seg beinleiðis í stríðið í Ukraina, kunnu avleiðingarnar vera vanlukkuligar – í ytstu avleiðing ein triði heimsbardagi, við atomvápnum í arsenalinum hjá fleiri pørtum. NATO vil hvørki seta flogbann í ukrainskt loftrúm ella seta stivlar á ukrainska jørð av tí sama.

Hvat er tá eftir at gera fyri at vísa ágangandi og stríðshugaðum despotum, at slíkt undir ongum umstøðum kann góðtakast, og skal og má fáa avleiðingar? Tí tað MÁ fáa avleiðingar.

Tað er at køva. At kvala. At snara kranarnar, sløkkja ljósini, steingja mørkini, tøma hillarnar, blokera appirnar, steingja kontoirnar, rudda loftrúmini og taka marglætisíbúðirnar og stuttleikabátarnir. Tað, vit veruliga hava eftir sum amboð, aftaná at hava sent lutir og útgerð til Ukraina fyri at tey kunnu verja sítt land, fólk og sjálvræði, er eitt búskaparligt kvørkratak.

Handilstiltøkini eru í roynd og veru tað sterkasta amboðið, vit hava – um tað verður brúkt rætt, væl at merkja.

ES og vesturheimurin, og onnur við, hava gjørt fleiri sanktiónspakkar.

Sett eru í verk útflutningsbann. Man hevur fryst kontoir. Man hevur útihýst Russland frá Swift-gjaldsskipanina og sett bann fyri russisk flogfeløg í Evropa. Eg kundi hildið áfram.

Tað eru ymiskar meiningar um, hvørt tiltøkini eru nóg hørð. Spyrt tú meg, so haldi eg at tey hava gjørt stóran mun. Men tey eru verri enn so nóg mikið.

Men veruligi spurningurin, sum vit eiga at seta, er hvat ið vit í Føroyum skulu gera, soleiðis at vit gera okkara part móti russisku aggressiónini.

Og til tað má eg siga, at talan hevur verið um eitt satt atgerðarloysi seinastu tveir mánaðirnar. Russiski herurin hevur nátt at gjørt eina innrás, tapt slagið, trekt seg aftur, regrupperað og lopið á umaftur, áðrenn heimildin til at gera avmarkandi tiltøk í Føroyum er útvegað.

Og nústani diskutera vit, hvat vit vilja. Og eg má siga, ikki síggja vit út til at vilja nakað serligt. Løgmaður hevur sagt, at vit skulu leggja okkum upp at tiltøkini hjá ES. Ítøkiliga merkir tað, at tað ongar avleiðingar fær, hvørki fyri okkum ella Russland.

Mann kann sjálvandi skilja stúranina. Eg stúri eisini. Føroyar hevur havt nógvan útflutning til Russlands seinastu árini – ironiskt nokk júst orsaka av ófriðinum millum Russland og Ukraina. Tað var nevniliga í 2014, at Russland hertók Krimhálvoynna. Minnist tá hvussu eg helt, at ES og USA gjørdu ov lítið tá.

Minnist eisini – og síggi, tá eg hyggi eftir føroyska samfelagnum – hvussu Føroyar ríkaðu seg upp av harmiligu støðuni.

Men útflutningurin hjá føroyingum hevur týdning fyri okkara vælferð. Tað merkir arbeiðspláss, lønir og skattainntøkur. So tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit taka avgerðir útfrá einum væl upplýstum grundarlagið.

Men vit mugu ansa eftir við at lata okkara útflutning diktera, um vit vilja fordøma álop á fólkaræðið, brot á altjóða rætt, innrásir í sjálvstøðug lond, brot á mannarættindi og framd krígsbrotsverk, uttan at vísa tað í verki, við at geva tí ítøkiligar avleiðingar.

Samanumtikið haldi eg at mannagongdin hevur verið óheppin.

Samgongan hevur staðið á vippuni í tveir mánaðir, og nú vil mann geva eina standandi heimild til landsstýrismannin at seta avmarkandi tiltøk í verk.

Sjálvandi høvdu vit skula lagt eina linju beinanvegin, sum allir flokkar høvdu havt ávirkan á, og kunna staðið aftanfyri. Hesi tiltøkini eru uttanríkispolitikkur, og mugu vera væl rótfest í politisku skipanina, og kann ikki bert dúva uppá sinnisstøðuna hjá einum einkultum landsstýrismanni, ella eina samgongu, sum tilvildarliga situr við valdið, tá ið eitt kríggj brestir á.

Vit mugu vita hvat vit vilja. Men vit mugu fyrst góðtaka, at virðir kunnu kosta. Og eg haldi at tað er rætt at rinda ein kostnað fyri at varðveita fólkaræði.

Tí mugu vit í løgtinginum blíva samd um nøkur tiltøk, sum muna. Og man kemur illa uttan um, at tað fer at hava nakað við fisk at gera.

Bjarni Kárason Petersen
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo