Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Til seinasta løgtingsval lovaði Sambandsflokkurin, at vit fóru at dagføra og menna heilsuverkið. Vit lovaðu eisini at styrkja sosial- og almannaverkið og á útbúgvingarøkinum skuldu fleiri hægri útbúgvingar kunna takast í Føroyum. Nú fíggjarlógin fyri 2022 er løgd fyri løgtingið, síggjast hesi vallyftini aftur.

Fólkapensjónin og aðrar veitingar hækka við 22 mió. krónum, og fyri fyrstu ferð síðani 2014 verða hesar veitingarnar javnaðar. Tað merkir, at pensjónistar nú fara at fáa lønarhækkan líka sum øll onnur.

Á heilsuøkinum styrkja vit atkomuna til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp, og atkoman til barna- og ungdómssálarfrøðiliga viðgerð verður eisini styrkt. Tvær milliónir verða játtaðar eyka til hesi økini.

Harumframt økist játtanin til krabbameinsviðgerð, vit økja talið á kommunulæknaviðtalum, og vit halda fram við arbeiðinum at styrkja endurvenjingarnar. Eisini verður nýtt fólkaheilsustýri sett á stovn.

Á útbúgvingarøkinum sleppa fleiri framat útbúgvingunum í sjúkrarøktarfrøði og heilsufrøði. Eisini verða nýggjar útbúgvingar settar á stovn innan aling og KT-frøði.

Fíggjarlógin vísir, at vit raðfesta tey bleytu virðini. Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur, sum í ríkisfelagsskapinum vil skapa eitt trygt og gott samfelag fyri Føroya fólk.   

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo