Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er ikki nóg gott, um Bispur er so upptikin av at granska Bíbliu og heilagar skriftir, at hann hómar ikki, hvussu heiðin ‘grøna’ trúbótin er. Rein sosialisma.

Hann má hava meiri enn hylling á, at kolvetni eigur lívið í føroyingum og heimsins íbúgvum (serliga teim fátækastu 2 mia).

Vælkomin í kjakið, Sámal Matras
Nú er Sámal Matras, mín góði starvsfelagi í Hoydølum, komin inn í kjakið. Vælkomin Sámal. Tú hevur gott skil á so mongum, veit eg av royndum. 

Meiri savnar enn skilir okkum, eisini í hesum máli um týdningin av orkutrygd.

Tú ert so hvørki religiøst fanatiskur ella avsporaður.

Hoyr her, Sámal: 92% av samlaðu orkuni, føroyingar brenna, er kolvetni. 

Tað heldur okkara vælferð uppi og er altso 20-falt meiri ‘main stream’ enn tann 5% viðfáningur, vit fáa frá vindmylnum til el-orku.

Sámal ætlar neyvan, at vindorka o.t. fjas skal úr 5% upp á 95% ella 97% av okkara orkunýtslu fyri at blíva ‘main stream’? 

El-orka umboðar neyðars 7-8% av okkara samlaðu orkunýtslu, harav knøpp helvt er vatnorka og góð helvt vindorka. 

Annars hava týskir klimaterroristar bannað vatnorku, tí hon skal ikki vera nóg ‘grøn’! Eru tey fólkini sjúk í heysinum, órein ella hálvbýtt?

Nøkur bora niður móti ‘Illamanni’ fyri at fáa húshita, ella tey keypa hitapumpu. 

Fínt, tí vit skulu hava so stórt valfrælsi, sum gjørligt, eisini í orku.

Aðrir keypa el-bil við upp í 70.000 í skattfíggjaðum studningi fyri at látast moralskir og ‘burðardyggir’. Tesla verður neyvan ‘main stream’ nakrantíð.

Tað hava føroyingar ikki ráð til, serliga um Tesla misti skattstudningin.

Aðrar orkukeldur vælkomnar
Alternativ el-orka er vælkomin viðfáningur aftur ímóti okkara 92% ‘main stream’ og deiligu olju. ‘Grøna’ tvassið verður ongantíð ‘main stream.’

Tað ‘grøna’ skal ikki tvingast inn og olja út. Fyri hvørt tons, Føroyar, ES og USA brúka minni av olju, brúkar Kina tilsvarandi meiri kol, ið dálkar meiri.

Kina planleggur og byggir 300 kolorkuverk komandi 3 árini, bara í Kina. Og nógv 100 fleiri úti í 3- heimi.

Vit nartla bert við ein brotpart, max 4-5% av tí minimala parti av samlaðu orkuni til fiskiskap, skip, tyngri flutning á landi, húsahita og el-orku, sum vit brúka. Annað enn el-framleiðsla er sum sagt 95% av okkara orkunýtslu.

Hvat er alternativið hjá okkara fiski-, farma- og veitingarflota enn olja? Okkara skipafloti brúkar 40% av allari tí olju, Føroyar keypa og brenna.

USA sjálvbjargið við olju undir Trump
USA bleiv sjálvbjargið við orku undir Trump fyri fyrstu ferð í 70 ár. 

1. Í 2020 keyptu Føroyar olju á prísstøðuga marknaðinum fyri slaka 1 mia kr.

2. Fyrst í 2021 beindi Biden fyri orkusjálvbjargni í USA.  Vit guldu tá 1,5 mia kr fyri oljuna, vit brúktu.

3. Í ár helt Putin Biden fyri rukku í Ukraina, og oljan kostar Føroyum 2 miá kr.

4. Vit gjalda 2-falt meiri fyri olju í ár sum í 2020, 2 mia kr. Saknar eingin Trump?

5. Gud havi lov fyri okkara ali- og fiskivinnu, at vit hava ráð til 100% hægri oljugjald. Okkara alivinna strálar sum framleiðari av proteinum, matvørum.

Sámal argar meg fyri at ávara móti sosialismu av øllum sløgum. Men nú eru ‘grønir flokkar’ vorðnir stjórnarberandi, t.e. ‘main stream’, í Týsklandi, Bretlandi o.ø. EU londum, ið liggja myrk og køld í vetur av ‘grønum’ kleyvarskapi.

Tey ‘grønu’ hava gjørt stóran skaða og bera tunga ábyrgd av kuldadeyðum.

Spennandi at vita, hvør saboterar gassleiðingar í Eystrasalti. 

Krúpið tit ‘grønu’ bara longur upp í fangið á Putin fyri at stuðla honum.

Annar hvør studentur í USA vil hava sosialismu, og tað eru 20 marxistiskir lærarar á øllum skúlum og stigum í USA fyri hvønn konservativan.

Sosialisma ímillum teirra ‘lærdu’ er vatn á mylnuna hjá Tjóðveldi og Javnaði. 

Arbeiðstímatalið niður í helvt
Tá vit brendu torv, og áðrenn vit fingu kol og olju, vóru føroyingar dustfátækir. Føroyar føddu tá bert 5.000 fólk, t.e. færri enn 1/10 av nú 55.000 íbúgvum.

Vit góvust at brúka kol uml. 1960 og fóru at kynda við olju á sjógvi og landi. 

Farnu 120 árini er arbeiðstíðin hjá tímaløntum monnum lækkað úr 70 tímum niður í 35 tímar um vikuna, men lønin, keypiorkan og livistøðið eru fleirfaldað av berari kapitalismu og kolvetni. 

Í 1960 var løgtingsins fíggjarorka uml. 100 mió kr (íroknað statstuðulin) og er nú 65-faldað til 6.500 mió kr árliga. 

Danski statsstuðulin til landskassan er fallin úr 40% niður í 10% eftir bert 20 árum. So nógv er okkara búskapur øktur, 92% takkað veri kolvetni.

Føroya oljunýtsla síðan 1960 er 60-faldað úr nøkrum fáum túsund tonsum til góð 320.000 tons í fjør.

Minni enn 1/20 av innfluttu oljuni ger el-megi. 

Føroyar framleiða bert helvt av okkara el-megi, t.e. 42% av 8%,  úr tryggum orkukeldum, kolvetni. 

Tí er lívsneyðugt at tvíhalda um oljuna fyrst og fremst. Alt annað er deyðin.

Tað merkir ikki, at vit ikki eiga at troyta aðrar møguligar keldur, men ikki upp á bekosting av oljuni. Hon eigur lívið í okkum á øllum økjum, eisini til el-megi.

Bilur í hvørjum húsi og ferðafrælsi
Heili 92% av samlaðu orkuni kemur úr kolvetni. 

Oljan verður altíð álitið, eisini undir el-orkuni, serliga um SEV skal klára at løða 36.000 el-rikin akfør hvørja nátt. 

Hvør el-bilur brúkar el sum 25 køliskáp, t.e. íalt 500.000 køliskáp. (Í Føroyum eru nú 20.000 køliskáp, 1 fyri hvørt húski). 

Livistøði og vælferð føroyinga er 30-faldað og er nú millum heimsins hægstu í krónum og oyrum, men helst 100-faldað í keypiorku eftir einari øld. 

Kapitalisman eigur 90% av tímiliga framburðinum, fakfeløg og verkføll bert 10%.

Vit kunnu takka olju fyri 92% av okkara vælferð. Vatnorka og vindmylnur framleiða bert 8% av vælferðini.

Útflutningsvirði Føroya er 110-faldað úr eini 100 mió kr í 1960 til 11,5 mia kr í dag. Alt verður fiskað og tað mesta framleitt við kolvetni.

Talið á akførum í Føroyum (og okkara ferðafrælsi) er 60-faldað úr 600 bilum í 1955 upp í 36.000 akfør í dag.

Sosialistar hata annars, at vanlig fólk hava frælsi at ferðast í egnum bili. Sosialisman hevur altíð viljað ella kravt kollektiva ferðslu fyri øll, bussar og (uttanlands) tok.

Vegalongdin økt og útbygd 10-falt
Vegalongdin í Føroyum er økt úr eini 90 km av einsporaðum eyrvegum til 500 km av tvíbreytaðum asfaltvegum. 

Føroyska ferðslunetið á sjógvi og landi var syndrað í øldir til so seint sum 1960. Róðrarbátar til sjós og húðaskógvar yvir dalar og fjøll, skriður og djúpar mýrar.

Við Sandoynni verður longdin av føroyskum tunlum tætt í 90 km. 

Ein fyri fólk flest ófatiligur og guds signaður framburður. Men Bogi og Johan eru púra óimponeraðir – sum allir ‘grønir’ fantastar. Framburður er hættisligur

Í 2007 spáddu teir, at Norðpólsísurin skuldi vera bráðnaður og burtur í 2013.

Í 2013 var ísurin víðkaður yvir 1,4 milliónir km2, (= 80% av grønlendska ískappanum).

Norðpólsísurin er helst minkaður og vaksin árliga síðan tá eftir pólkuldanum.

At varðveita kolvetni sum okkara og heimsins megin orkukeldu er lívsneyðugt.

Alt annað er øðrvitistos og endar sum í Ukraina við kríggi og ræðuleikum. 

Óli Breckmann 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo