Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eingin vinnari er í einum kríggi. Og sjálvandi skulu vit øll stremba eftir friði.

Men tá vandin er so stórur sum í dag, ber illa til at vera uttanveltaður.

At vera uttanveltaður er at vera uttanfyri.

Og tá er lætt at gera sær dælt av einum landi sum okkara.

Tí um NATO ikki verjir okkum, hvør verjir okkum so? 

Tá eru vit sárbær. Tá eru vit ein gloypibiti hjá einum og hvørjum. Og vit sum fólk kunnu enda í hondunum á teimum, sum vit ikki deila felags virði við. 

Tað má ikki henda. Vit øll eiga at vera trygg. 

Bæði á løgtingi og fólkatingi skal eingin ivi vera um, at vit eru partur av demokratiska vesturheiminum.

Tað er tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri.

Og tí er tað trygt at velja Javnaðarflokkin.

Jóhannis Joensen, fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo