Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

F.S.F.: Í døgunum 15. til 17. mai var Fótbóltssamband Føroya vertur fyri UEFA Share ráðstevnu. Umframt føroysku vertirnar, vóru luttakararnir úr Norðurírlandi, Sveis, Luksemborg, Italia, Svøríki, Englandi, Kroatia, Andorra, Ungarn, Moldova og Hollandi.

Harafturat vóru umboð fyri UEFA eisini við á ráðstevnuni, har høvuðsevnini vóru rekruttering av yngstu gentunum, og av kvinnuligum venjarum. Á skránni vóru venjingar og framløgur, og millum teirra, ið løgdu fram, var venjarin hjá walisiska kvinnulandsliðnum, Gemma Grainger.

– Vit løgdu dent á, at skráin skuldi vera fjølbroytt, og eg haldi at tað eydnaðist til fulnar. Luttakandi londini vóru sera ymisk, bæði í stødd og ítróttarliga, men kortini hava vit oftani somu avbjóðingar. Tað var tí læruríkt og gevandi at síggja og hoyra, tá tey løgdu fram, sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt framløgur, venjingar og áhugavert kjak, vóru luttakararnir eisini á vitjan í B36 og hjá KÍ, og eisini bleiv skipað fyri útferð til Kirkjubø og Syðradal, har føroysk mentan bleiv víst fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo