Vestmanna Kommuna: Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi.
Vitjað var í Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu.
Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Bygdarráðið hevur útvegað teimum hølini, restini skipa tey sjálvi fyri. Umframt seyming, binding, postalínsmáling, jarnsmíð, glaslist, træsmíð og veving – høvdu tey sín egna tónleikabólk.
Bygdarráðið fekk eisini íblástur um, hvussu kommunan hevur skipað gøtur til hesi ymisku ferðamálini og um handfaring av burturkasti sum kann endurvinnast.
Komandi ár er ætlanin at umboð fyri bygdaráðið í Snæfelsbær koma á vinarbýarvitjan í Vestmanna.
Vestmanna kommuna tók upp vinarbýasamband tann 1. juli í 2001, og síðani hevur verið samband kommunurnar ímillum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo