Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna eru í dag farin inn í eitt konstruktivt samstarv, um at seta á stovn vitjunartænastu í Vágum.

Nú samfelagshjólini mala so skjótt sum ongantíð áður, og tað gongur framá við fúkandi ferð í búskapinum og fólkatalið í landinum økist fyri hvørt ár, er tað ein bólkur í samfelag okkara, sum tykist gloymdur.

Tað eru tey, sum ikki hava so lætt við at koma út millum fólk og tí mangan sita eina og hava lítið og einki at gleða seg um í dagligdegnum.

Mangan er talan um fólk, sum eru illa gongd og ikki sleppa út fyri dyr, men eisini kann talan vera um fólk, sum ikki koma sær at vera millum nógv fólk og eisini tey, sum tey nærmastu ikki taka sær stundir at vera saman við, ella hava møguleika til tess.

Tað eru hesi einsamøllu, vitjunartænastan ynskir at røkka og skapa nærveru og eitt hugnaligt prát, sum kann hjálpa móti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Kommunurnar arbeiða nú við at finna kontaktpersónar, sum kunna finna vitjunarvinir og síða samskipa vitjunartænastuna.

Visitator í Heimatænastuni hevur, sum er, samband við fólk, sum kundu hugsað sær vitjanir. Hon kemur at kunna víðari um tilboðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo