Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkavøksturin merkir, at Tórshavnar kommuna fær fleiri inntøkur í kommunukassan, men fólkavøksturin merkir eisini, at kommunan fær fleiri skyldur og útreiðslur til vælferðartænastur til borgaran og skattgjaldaran í kommununi.

Kommunan er til fyri borgaran og skal veita skattgjaldaranum vælferðartænastur av ymsum slag fyri skattakrónurnar, sum skattgjaldarin rindar í kommunukassan,  segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari. 

Her eru brot úr røðuni, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt á býráðsfundinum í gjárkvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2025 varð endaliga samtykt:

“Tað hevur verið stór framgongd og framburður í føroyska samfelagnum hesi seinastu árini. Samlaða fólkatalið er vaksið nógv – og meðan landið seinastu seks árini hevur havt ein vøkstur uppá 9%, er fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaksið 11%. Tað merkir eisini, at meira enn helvtin av samlaða fólkavøkstrinum í Føroyum, hesi seinastu seks árini, er sostatt lagdur afturat fólktalinum í Tórshavnar kommunu. 

Um hugt verður nøkur ár fram, so metir Hagstova Føroya, at fólkavøksturin heldur fram komandi árini, og Tórshavnar kommuna fer at eiga størsta partin av vøkstrinum. 

Fólkavøksturin merkir, at Tórshavnar kommuna fær fleiri inntøkur í kommunukassan, men fólkavøksturin merkir eisini, at kommunan fær fleiri skyldur og útreiðslur til vælferðartænastur til borgaran og skattgjaldaran í kommununi. Kommunan er til fyri borgaran og skal veita skattgjaldaranum vælferðartænastur av ymsum slag fyri skattakrónurnar, sum skattgjaldarin rindar í kommunukassan.

Tað er fólkasamansetingin og aldursbýti, sum leggja grundarlagið undir, hvussu vælferðartænasturnar verða raðfestar.

Tilgongdin av børnum minkar, og soleiðis fer gongdin sambært Hagstovu Føroya eisini at verða komandi árini. Fólkapyramidan í Tórshavnar kommunu fer at vaksa í ovara endanum, meðan hon fer at minka í niðara endanum við serliga børnum undir skúlaaldur. Henda gongdin ávirkar politisku raðfestingarnar í kommununi.

Sambært Búskaparráðnum eru tríggjar tær størstu avbjóðingarnar fyri føroyska samfelagsbúskapin framvegis vantandi arbeiðsmegi, avmarkaðirbústaðarmøguleikar og vantandi avlop á almennu fíggjarætlanunum í búskaparligu góðu tíðunum, vit hava havt, hesi seinastu nógvu árini.

Tórshavnar kommuna leggur stóra orku í at skipa nýggju bústaðarútstykkingarnar í kommununi soleiðis, at tær ikki bert vera til sethús, men eisini eitt breitt úrval av øðrum bústaðareindum og leigubústøðum av ymsum slag og stødd.

Politiska skipanin í Tórshavnar kommunu hevur roynt og roynir alsamt at taka ímóti fólkavøkstrinum í kommuni við skilagóðum og skynsomum raðfestingum í vælferðina og trivnaðin í kommununi.

Á almenna- og heilsuøkinum verður bygt nýtt røktarheim við røktaríbúðum í Hoyvík. Nýggjur køkur verður gjørdur á Lágargarði umframt ymsar dagføringar verða gjørdar á Ellisheiminum.

Á barna- og ungdómsøkinum verður frítíðarskúli gjørdur við Botnánna í Kollafirði. Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum verður útbygdur, umframt at peningur er settur av til uttanumøki og aðrar tillagingar á dagstovnaøkinum.

Framhaldsdeildin á Sankta Frans Skúla er liðug, og nú er peningur settur av til dagføringar av Hoyvíkar Skúla umframt uttanøkini við skúlarnar í kommununi.

Nýggi langhylurin umframt fimleikahøllin og borgarahúsi í Kaldbak vórðu liðug í ár, og stórhøllin við Tjarnir verður væntandi liðug í februar 2025. Pengar eru settir av til golfvøll, felagshús- og skýli til FC Hoyvík, býarsavn, frælsan ítrótt og fyrireikingar til oyggjaleikirnar, sum vera í 2027.

Nýggi innkomuvegurin við íbindingum og tunli verður væntandi liðugur tíðliga í 2025. Á tekniska økinum eru tað serliga útstykkingar til bústaðir, men eisini til vinnulig endamál, sum nú verða høgt raðfestar.

Annars eru raðfestingarnar á tekniska økinum rættiliga væl spjaddar á fíggjarætlanini 2025. Nevnast kann t.d. spillvatnsætlanin, kloakkir, orkupolitikkur, vegaverkætlanir, gongubreytir, gøtur og fríðkan av bygdum og býnum í kommununi.

Dagføringar av renovatiónsøkinum verða munandi uppraðfestar í fíggjarætlanini 2025, soleiðis at kommunala brennistøðin verður dagførd og brynja at taka ímóti herdu krøvunum, sum standa fyri framman á burturkastøkinum. 

Góða fíggjastøðan hjá kommuni ger eisini, at skilagóðar raðfestingar kunnu gerast í íløgur á serliga vælferðar- og trivnaðarøkinum í kommununi."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo